Tveir handtiknir fyri Louvre-ránið

Tveir handtiknir fyri Louvre-ránið
Tveir menn eru handtiknir í sambandi við Louvre-ránið, sum fór fram seinasta sunnudag.
Ein av smúkkunum, sum tjóvarnir stjólu, men vórður funnin aftur uttanfyri Louvre
 
26.10.2025 - 09:44

Seinasta sunnudag var franska listasavnið Louvre, rænt, og ómetandi dýrgripir vórðu stolnir. Fýra menn, sum høvdu fjalt andlitið, brutu inn á listasavnið beint eftir, at tað lat upp. Sagt verður, at menninir nýttu vøruliftina til at sleppa inn í Apollo Listaskálan, har fronsku krúnu-gimsteinarnir eru til framsýningar.

Tjóvarnir, sum høvdu smáar sagir við sær, fingu hendur á níggju ymiskum smúkku-dýrgripum, og teir tóku til rýmingar á skutarum, skrivar BBC. Teir søguligu dýrgripirnir, sum vórður stjolnir, eru verdir 88 milliónir evrir ella 670 milliónir krónur. Tað vóru 


Tveir menn eru nú handtiknir fyri at vera við í ráninum í listasavninum Louvre.

Tað skrivar norska Kringvarpið við blaðnum Le Parisien sum keldu. 

Keldur siga við blaðið, at teir vórðu handtiknir í gjár, og løgreglan kannar, um tað var ein kriminellur felagsskapur, sum rændi listasavnið farna vikuskiftið. 

 

Tíðindamiðilin The Independent skrivar, at um dýrgripirnir ikki verða funnir innan stutta tíð, væntar man, at teir verða tiknir sundur ella smeltaðir um. Tað er ikki óvanligt at gera í slíkum tjóvaríum, tí tað er trupult at sleppa av við dýrgripirnar, tá teir eru eftirlýstir.

 

Á Louvre eru fleiri, enn 35.000 listagripir, teirra millum víðagitni málninugrin hjá Leonardo da Vinci, Mona Lisa. 

Louvre er størsta listasavn í heiminum, og er nærum 73 túsund fermetrar til støddar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359