- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: Suðuroyartunnilin

Mánadagin vóru løgtingsfólk á kunningarfundi um tað nýggjasta í málinum um Suðuroyartunnilin.
Tey fingu yvirlit yvir fýra møguligar tunnilsloysnir og fríggjadagin í somu viku skuldu løgtingslimir taka støðu til, hvør loysn skal bjóðast út.
Tað er Norconsult, ráðgevin hjá P/f Suðuroyartunnilin, sum hevur lýst og samanborið tær fýra møguligu verkætlanirnar.
Tvær av loysnunum geva møguleika fyri at bora á fleiri mótum samstundis. Tað eru 1B og 2B, har borað verður úr Skúgvoy.
Tað kann stytta um byggitíðina at bora úr Skúgvoy, og er minni váðið undir bygging. Hendan loysnin krevur, at eitt byggipláss verður gjørt í Skúgvoy.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tær fýra loysnirnar, sum løgtingsfólk skulu velja ímillum:
| Djúpidalur - Sandvík | Múlin - Sandvík | |||
| Bora upp í Skúvoy | Bora úr Skúvoy | Bora upp í Skúvoy | Bora úr Skúvoy | |
| Tunnilsloysnir | Alternativ 1A | Alternativ 1B | Alternativ 2A | Alternativ 2B |
| Longd | 22,7 | 22,8 | 26,3 | 26,3 |
| Tíð, ár | 10,1 | 8,7 | 11,0 | 9,3 |
| Konstaður, MDKK | 4.875 | 5.457 | 5.369 | 5.945 |
Ein óheftur norskur sivilverkfrøðingur, Kasper Nordmelan, sum hevur 20 ára royndir innan leiðslu av stórum verkætlanum, hevur eftirkannað avgerðarskjalið hjá P/f Suðuroyartunnilin.
Kasper Nordemelan sigur millum annað, at tað ber ikki til at samanbera farleiðirnar, tí eingin váðameting er gjørd.
Tær váðametingar, sum eru gjørdar av Suðuroyartunlinum, eru allar gjørdar av tí fyrstu farleiðini, sum var Djúpidalur-Sandvík, men tað er uttan ein arm upp í Skúgvoy.
Hendan loysnin er tann, sum P/f Suðuroyartunnilin frá fyrsta degi hevur mælt til.
Sambært norska sivilverkfrøðinginum vita vit ikki, hvør farleið er tann besta og bíligasta, tí vit ikki hava váðametingar av farleiðunum við armi upp til Skúvoyar.
Ein greining av hvønn týdning hallið og longdin hevur fyri váðan fyri eldi til dømis, kundi havt avgerðandi týdning fyri, hvør loysn var hildin at vera best - men sum er, vita vit ikki tað.
Váðametingar við ymiskum niðurstøðum
Váðametingar eru gjørdar fyri farleiðina úr Djúpadali til Sandvíkar, uttan arm upp í Skúgvoy. Hesa farleið eru fleiri váðametingar gjørdar av, og tær hava ymiskar niðurstøður.
Fleiri av váðametingunum finnast at tí, sum ráðgevin hjá P/f Suðuroyartunnilin, Norconsult, metir er nøktandi í síni váðameting.
Veikar lýsingar av váða undir bygging
Kasper Nordmelan finnist eisini at váðametingini av tunlinum undir bygging.
Tað er fyritøkan SINTEF, sum eisini ein ráðgevi hjá P/f Suðuroyartunnilin, sum hevur gjørt hesa váðameting av omanfyri nevndu farleið Djúpidalur-Sandvík, uttan arm upp í Skúgvoy.
Nordmelan sigur millum annað, at lýsingarnar av trygdini undir bygging eru veikar, og tí er sannlíkt at kostnaðarmetingarnar eru ov bjartskygdar. Hetta er galdandi fyri allar farleiðir.
Ongar royndir eru av at spreingja ein so langan tunnil. Sandoyartunnilin er higartil longsti tunnil, sum er sprongdur á hendan hátt, og Suðuroyartunnilin er 140% longri enn hann.
Nordmelan vísir á, at váðin helst er minni undir bygging tá borað verður úr Skúgvoy, tí váðin er størri, tess longri inni í tunnlinum spreingjast skal.
Sum heild eru kostnaðarmetingar og tíðarmetingar bjartskygdar, sigur Kasper Nordmelan.
Harumframt mangla tilvísingar, og tí heldur óhefti serfrøðingurin, at tað er ógreitt, hvussu Norconsult er komið fram til kostnaðarmetingina.
Eitt yvirlit yvir atfinningarnar hjá óheftum 3. parti finnast her




























