- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: Kritikkurin av avgerðarskjalinum um Suðuroyartunnlin

Eitt nýtt umfar skuldi gera politikarar tryggari við valið af tunnilsleið, áðrenn endalig støða var tikin.
Tí fór málið aftur í nevnd eftir 3. viðgerð av Suðuroyartunlinum.
Spurningurin er, um tað verður lættari at taka eina avgerð út frá nýggja skjalinum, sum var lagt fram mándagin - tí fleiri spurningar eru longu reistir, og løgmaður vil hava at tingfólk taka støðu fríggjadag, um hvør farleið skal bjóðast út.
Sambært einum skjóttarbeiðandi óheftum arbeiðsbólki, var tað nýggja í málinum í vár, at tað ber til at bora úr Skúgvoy, og harvið spara tvey ár av byggitíðini.
Fyribils byggipláss kann gerast í Skúgvoy fyri 200 milliónir, metti bólkurin.
Men nú ráðgevin hjá P/f Suðuroyartunlinum hevur gjørt metingar og samanberingar av báðum loysnum, kostar byggiplássið 600 milliónir.
Og tað er óneyðugt, staðfestir Kasper Nordmelan, sum metir, at útreiðslurnar til byggiplássið í Skúgvoy eru settar alt ov høgt.
Góðar 200 milliónir ov høgt.
Hinvegin eru útreiðslur til ráðgeving í sambandi við byggiplássið ikki tiknar við, og tí metir hann, at talan er um 100 milliónir, sum byggiplássið í Skúgvoy samanumtikið er mett at kosta ov nógv.
Atfinningarsom óheft eftirkanning
Kasper Nordmelan er norskur sivilverkfrøðingur við 20 ára royndum í leiðslu av stórum verkætlanum. Hann hevur gjørt eina eftirkanning av avgerðarskjalinum fyri P/f Suðuroyartunnilin.
Uppgávan hjá Nordmelan hevur verið at eftirkanna, um avgerðarskjalið "inniheldur objektivar og relevantar lýsingar av alternativu farleiðini, kostnaðarmetingar og byggiætlanir", og at meta um, hvat alternativ er best út frá relevantum og sambæriligum viðurskiftum.
Og hann er rættiliga kritiskur.
Ein niðurstøða hjá Kasper Nordmelan er, at tað ber ikki til at samanbera farleiðirnar heilt, tí váðameting er bara gjørd av einari farleið - nevniliga tí fyrstu, sum var Djúpidalur-Sandvík, og ein váðameting kann lætt gerast avgerandi fyri, hvør farleið eigur at veljast.
Ein váðameting allýsur hvat skal til, fyri at tunnilin er tryggur, og hevur stóran týdning fyri byggitíð, kostnaðarmeting, rakstur og viðlíkahald.
Eitt nú eftirlýsir Kasper Nordmelan eina greining av, hvønn týdning hallið og longdin hava fyri váðan í tunlinum, sum fer upp í Skúgvoy - men tað er ikki gjørt av nakrari farleið.
Váðameting er einans gjørd av farleiðini úr Djúpadali til Sandvíkar uttan arm upp í Skúgvoy - og har eru fleiri váðametingar gjørdar, sum siga ymiskt.
Aksel V Johannesen løgmaður hevur fleiri ferðir lagt dent á, at trygdin er væl og virðiliga kannað.
Á tingsins røðarapalli segði hann, at heili fimm váðametingar eru gjørdar. Trupulleikin er, at tær siga ymiskt, og fleiri av teimum eru atfinningarsamar mótvegis tí, sum Norconsult, sum er ráðgevarafelagið hjá tunnilsfelagnum, segði var nøktandi.
Veik lýsing av váða undir bygging
Kasper Nordmelan finst eisini at váðametingini av tunlinum undir bygging.
Hana hevur fyritøkan SINTEF gjørt, sum er ráðgevi hjá P/f Suðuroyartunlinum.
Lýsingarnar av trygdini undir bygging eru veikar, og tí er sannlíkt, at kostnaðarmetingnarnar eru ov bjartskygdar, sigur hann millum annað.
Hetta er galdandi fyri allar farleiðir - tó so er váðin helst minni undir bygging í teimum loysnum, har borað verður úr Skúgvoy, tí teinurin, sum skal gerast í einum verður styttri.
Kasper Nordmelan nevnir í hesum samanhangi vandan í longdini av tunlinum undir bygging - altso hvussu langt inni spreingjast skal.
Spreingilongdin er "reyð".
Hetta kann gerast nógv dýrari, tí tað merkir møguliga longda byggitíð og ikki bara kostnaður av trygdarátøkum.
Í Suðuroyartunlinum er júst hetta ekstremt nógv longri, enn man hevur royndir við.
Sandoyartunnilin er higartil longsti undirsjóvartunnil, sprongdur í longd, og Suðuroyartunnilin - uttan borað verður úr Skúgvoy - er 140 prosent longri enn tað, skrivar Kasper Nordmelan millum annað.
Av tí at hetta ikki er nóg væl lýst, verður kostnaðurin helst undirmettur, heldur hann.
Nógvar broytingar
Sum heild er verkætlanin broytt munandi, uttan at lagt er upp fyri tí í tíðarmetingini.
Eitt nú hava farleiðirnar trygdarrúm fyri hvørjar 500 metrar í staðin fyri hvørjar 2000 metrar - tað vil siga at tunnilin hevur umleið 43 trygdarrúm í staðin fyri 12 trygdarrúm. Tey skulu borast, útgerast og viðlíkahaldast.
At at reka og viðlíkahalda 33-38 eyka trygdarrúm, er ikki tikið við, sigur eftirkanningin.
Ventilatiónsloysnin er eisini broytt uttan at tíðarmetingin er broytt - her verður farið úr 52 ventilatiónum upp í 82.
Sum heild eru metingarnar bjratskygdar av hvussu langa tíð tað tekur, og hvussu nógv tað kostar at byggja tunnilin.
Sambært Kasper Nordmelan sigur Norconsult sjálvt, at kostnaðarmetingin ikki er gjørd sum ein vanlig kostnaðarmeting, og hann nevnir, at ein gjøgnumgongd av skjalfestingini avdúkar stór frávik frá vanligum mannagongdum.
Hetta er millum annað galdandi við, at tað er órealistiskt lítil spjaðing í møguligum kostnaði. Júst hesum fanst Landsverk eisini at, tá tey gjørdu eina trýstroynd av kostnaðarmetingini.
Lítla spjaðingin merkir í stuttum, at prísurin, sum man brúkar, bara hevur 50 prosent møguleika fyri at halda.
Haraftrat eru manglandi referansur, sigur Kasper Nordmelan.
Tað er ógreitt, hvussu Norconsult er komið fram til kostnaðarmetingina.
Manglandi lýsing av, hvussu útrokning er gjørd av váða og kostnaði.
Manglandi grundgeving fyri, hvussu virðini eru ásett í kostnaðarmetingini, og manglandi referencur.
Kostnaðarmetingin ov lág
Hetta hevur við sær, at vandi er fyri, at kosntaðarmetingin er ov lág, og hetta er galdandi fyri allar fýra verkætlanir, sigur hann.
Hann heldur, at tað sær út til, at Norconsult einans hevur brúkt eina referensu í kostnaðarmetingini, og tað er norski tunnilin Rogfast.
Rogfast er ein tunnil í Noregi, sum varð samtyktur í 2017. Tað er ein 27 km langur undirsjóvartunnil, sum skuldi kosta 16,8 milliardir í 2017 krónum, men tá fyrsta stóra arbeiðstøkan varð boðin út, steðgaði verkætlanin upp í 2019 tí prísurin var ov høgur.
Í 2020 samtykti Stórtingið nýggja verklagslóg uppá 25 milliardir, og í 2023 kom tað uppá á 33,4 milliardir.
Kostnaðarmeting av byggiplássi í Skúgvoy 200 mió. for høg
Meðan byggiplássið í Skúgvoy er mett ov dýrt, eru trygdarrúmini mett ov lágt.
Sum heild metir Nordmelan, at farleiðin Djúpadal-Sandvík er mett 134 mió. kr. ov bílig, og farleiðin Traðardalur-Sandvík 200 mió. krónur ov lágt.
Einki verður sagt um, hvat tað fer at kosta at fáa tunnilstilfarið burtur, og tað er eisini ein váði í tí.
At enda kann nevnast, at hann undrast á, at Norconsult leggur ein óneyðugan kostnað á leiðina úr Traðardali.
Vegurin frá Líðarenda til Meginskúlan á Sandi fyri 188 mió. kr. er lagdur aftrat tunnilsleiðini Traðardalur - Sandvík, sjálvt um tað bert er ein partur av verkætlanini, um tunnilin fer úr Djúpadali.




























