Sunleiv fingið fyrsta heiðurstekin í tilbúgvingini

Sunleiv fingið fyrsta heiðurstekin í tilbúgvingini
Í meir enn 40 ár hevur Sunleiv Højgaard í Skálafjarðar Sløkkiliði verið partur av tilbúgvingini. Nú hevur hann fingið heiðurstekin fyri drúgva og trúgva tænastu
 
29.10.2025 - 11:15

- Hetta er ein stórur heiður, og eg eri ólukksáliga takksamur.

Soleiðis sigur Sunleiv Højgaard, leiðari í Skálafjarðar Sløkkiliði, sum fríggjadagin var tann fyrsti at fáa heiðurstekin fyri síni skjótt 41 ár í tilbúgvingini.

Heiðurstekinið hevur stóran týdning fyri sløkkiliðsleiðaran.

- Tað hevur týdning fyri meg, tí tað er ein viðurkenning av, at mann hevur verið í tilbúgvingini og eisini kanska hevur roynt at ávirka rætta vegin, sigur Sunleiv Højgaard.

Í morgunsendingini hyggur hann aftur á tey skjótt 41 árini, hann hevur verið partur av tilbúgvingini, og fortelur um minniligar hendingar.

1772824

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040