Svørt orkidé er hjartablóð

Svørt orkidé er hjartablóð
Vikugesturin: Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
Vónbjørt Vang vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
01.11.2025 - 12:55

- Eg skrivaði beint á. Tað skuldi vera rátt, tað skuldi vera nakið, tað skuldi vera sárbært. Eg skuldi ikki balla nakað inn. Simpulten kalla ein spaka fyri ein spaka.

Vónbjørt Vang skrivaði bókina Svørt orkidé í svartastu tíðini í sínum lívi.

- Eg helt meg aftur at skriva um tað, sum veruliga pressaði uppá hesa tíðina, men so til endans fann eg útav, at eg var noydd til at skriva um hetta. Og so gav eg mær sjálvari loyvi til at skriva um tað, uttan at leggja nøkur bond á. 

Bókin er eitt ógvuliga sterkt savn um seg sjálva - eina mammu, sum følir, at hon missir sín son til undirverðina.

Tá ið hon bleiv tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, bleiv tað ov nógv fyri hann, og tí valdi hon at taka bókina av hillunum og steðga allari umseting og lýsing fyri bókini. 

Nú er tað søga. Og tá ið bókmentavirðisløn Norðurlandarðsins var handað í vikuni, var sonurin til staðar.

- Tað hevði nógv at siga fyri meg, at hann var við. 

Hoyr alla samrøðuna við Vónbjørt Vang, sum var Vikugestur. Vit tosa um bókina, bakgrund, bókmentir og bókasøvn.

1773586

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870