- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjørt hevur sniðgivið búnan hjá einum av heimsins størstu súkkluliðum

Nú hundraðtals milliónir fólk kring allan heiminum fylgja við, meðan tey størstu súkkluliðini í heiminum kappast um at vinna tær størstu kappingarnar sum Giro d'Italia og ikki minst Tour de France, so er tað við einum føroyskum íkasti.
Bjørt Dánialsdóttir av Strondum hevur sniðgivið búnan hjá stóra Netcompany-Ineos súkkluliðnum, sum áður hevur itið Team SKY og Ineos Grenadiers.
Liðið hevur vunnið Tour de France sjey ferðir síðani tað bleiv stovnað í 2009. Bradley Wiggins vann í 2012. Chris Froome vann fýra ferðir í 2013, 2015, 2016 og 2017. Geraint Thomas í 2018, og Egan Bernal í 2019.
Bjørt í GMF
Rúni Jákupsson gjørdi eina samrøðu við Bjørt Dánialsdóttir í sendingini Góðan morgun Føroyar.
Hvussu ber tað til, at tú ert sloppin at at sniðgeva búnan hjá súkkluliðnum hjá Ineos, sum er eitt av heimsins brestu?
»Tað er tí, at eg eri sniðgevi hjá Netcompany, sum er nýggjur navnastuðul hjá súkkluliðnum hjá Ineos, ið nú eitur Netcompany-Ineos. Vit vóru eisini so heppin at sleppa at sniðgeva búnarnar sjálvi, hóast tað ikki er vanligt. Eg haldi, at Ineos-starvsfólkini dámdu stílin hjá okkum í Netcompany, og tað skilji eg væl, um eg skal siga tað sjálv.«
Hvussu var hendan uppgávan?
»Uppgávan var øgiliga stressandi, men eisini góð og serlig. Tað er ein "once in a lifetime"-uppgáva, og vit sleppa at sita við henni næstu fimm árini. Stuðulssáttmálin millum Netcompany og Ineos er galdandi næstu fimm árini. Eg havi tíbetur bestu starvsfelagar, ið eg kundi ynskt mær, so sjálvt um uppgávan var ræðuliga stressandi, so var tað eisini ræðuliga feitt at síggja, hvat okkara lítla toymi megnaði at skapa, tá allir okkara førleikar arbeidd ímóti sama máli. Liðandin var hundrað prosent.«
Eru nøkur serlig atlit, ið skulu takast, tá tú sniðgevur blusur til eitt súkklulið?
»Ja, tað eru øgiliga nógv atlit, ið skulu takast. Fyrst og fremst má búnin ikki líkjast ov nógv nøkrum, ið mann hevur sæð áður. Búnin má heldur ikki líkjast búnunum, sum súkklararnir, ið er á odda í stóru súkklukappingunum, súkkla í. Eitt nú má búnin ikki vera ljósareyður, ið er liturin sum tann, ið liggur á odda í Giro d'Italia, súkklar í. Og búnin má heldur ikki vera gulur, sum er kendi liturin, ið tann, sum liggur á odda í Tour de France, súkklar í. Upprunaliga høvdu vit hugsað, at búnin skuldi hava fløskugrøna litin hjá Netcompany, men av tí at spurtaratroyggjan í Tour de France eisini hevur ein myrkan grønan lit, so hevði okkara snið neyvan verið góðkent av altjóða súkklusambandinum, UCI, og tí bleiv liturin broyttur.«
"Tað eru øgiliga nógv atlit, ið skulu takast. Fyrst og fremst má búnin ikki líkjast ov nógv nøkrum, ið mann hevur sæð áður. Búnin má heldur ikki líkjast búnunum, sum súkklararnir, ið er á odda í stóru súkklukappingunum, súkkla í."
Bjørt Dánialsdóttir, sniðgevi
»Harumframt skulu atlit eisini takast til allar stuðlarnar hjá súkkluliðnum. Stuðlarnir hava hvør í sínum lagi sáttmálar og krøv um, hvussu búmerkir teirra skal brúkast og síggjast. Eisini eru nógv eyðkennir og nógvar siðvenjur, ið hava stóran týdning fyri liðið. Eitt nú hevur Ineos altíð havt eina strípu á rygginum. Strípan stavar heilt aftur frá tíðini, tá liðið æt Team SKY. Strípan umboðar tað markið, ið súkklararner noyðast at kýta seg út yvir fyri at vinna.«
»Tað er sjálvandi eisini týdningarmikið, at liðið er lætt at kenna aftur í stóru rúgvuni av súkklarum, sum luttaka í kappingunum. Tí má man hugsa um, hvussu búnin sær út úr ymiskum vinklum, eitt nú úr einari tyrlu, einum bili og sjálvandi á einum sjónvarpsskíggja.«
»Men tað mest umráðandi er altíð at sniðgeva ein flottan búna, sum bæði súkkluliðið og fjeppararnir hava hug at fara í.«
»Men tað mest umráðandi er altíð at sniðgeva ein flottan búna, sum bæði súkkluliðið og fjeppararnir hava hug at fara í.«
Bjørt Dánialsdóttir, sniðgevi
Hvør er annars tín bakgrund?
»Eg havi eina útbúgving í kommunikatiónssniðgeving frá Designskolen Kolding, og havi eisini lisið sniðgeving í eitt ár á ArtEZ í Hollandi.«
»Í arbeiðshøpi havi eg eina breiða bakgrund. Eg havi arbeitt við øllum frá visuellum innihaldi til elektroniska tónleikapallin í Keypmannahavn. Eg havi eisini verið við til at skipað fyri tiltøkum, havt egna verkstovu saman við trimum øðrum, og so havi eg eisini loyst uppgávur fyri lýsingarfyritøkur sum Uncle Grey og fyritøkur sum Birger Christensen Collective.«
»Annars eri eg uppvaksin á Strondum, men búgvi nú á Nørrebro í Keypmannahavn.«
Fylg arbeiðinum hjá Bjørt Dánialsdóttir á Instagram





















