Javnstøðunevndin: Landsstýrið brýtur lyftið um javnstøðu

Javnstøðunevndin: Landsstýrið brýtur lyftið um javnstøðu
1. desember vera fýra kvinnur og tveir menn í landsstýrinum
Hesi mannaðu landsstýrið, sum var skipað eftir løgtingsvalið í desember 2022. Síðani eru fleiri broytingar gjørdar, og 1. desember vera seks fólk í landsstýrinum, fýra kvinnur og tveir menn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2025 - 09:07

Landsstýrið víkir frá síni egnu meginreglu um javna kynsumboðan og brýtur lyftið um at ganga á odda við javnstøðu.

Tað sigur Javnstøðunevndin.

1. desember verður kynssamansetingin av landsstýrisfólkum broytt frá fýra kvinnum og fimm monnum til fýra kvinnur og tveir menn.

Javnstøðunevndin vísir á samgonguskjalið frá 2022 millum Javnarðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Har stendur, at "Javnstøða skal tryggjast í samfelagnum", og at "Samgongan skal ganga á odda, tá ið hon velur fólk til landsstýrið og aðrar álitissessir".

Sama, hvør undanførslan hjá løgmanni er, so er hon brot á lyftið um at ganga á odda við javnstøðu, og letur hon upp fyri, at komandi landsstýri ei heldur nýtast at virða javnstøðuna, sigur javnstøðunevndin í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098