Carsten Macdonald Arnskov: 50 ár í fólksins tænastu fyri ÚF, SVF og KVF

Carsten Macdonald Arnskov: 50 ár í fólksins tænastu fyri ÚF, SVF og KVF
"Keðiligt hevur tað sjáldan verið," staðfestir Carsten Macdonald Arnskov, tøkningur, sum í hálva øld hevur starvast í Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og nú Kringvarp Føroya
Ein blaðungur Carsten Macdonald Arnskov á Bryggjubakka, har Útvarp Føroya upprunaliga húsaðist
Mynd: Privat mynd  
 
08.11.2025 - 09:50

Hann er still going strong, Carsten Mcdonald Arnskov, sum í ár hevur kunna hátíðarhildið, at hann í hálva øld hevur starvast í fólksins tænastu fyri fyrst Útvarp Føroya, síðani Sjónvarp Føroya, og nú Kringvarp Føroya. 

Frá tí hann sum 15 ára gamal tannáringur fyrstu ferð skuldi festa eina gudstænastu í Havnar kirkju á band og til í dag, so hevur Carsten Macdonald Arnskov í samfull 50 ár syrgt fyri at bæði útvarpið og sjónvarpið eru komin út til Føroya fólk. 

Og í KVF er tað enn eitt sindur sum í kenda filminum "Ghostbusters", at tá tøknilig trøll reika runt á gongunum og í alskyns skipanum, hvønn ringir mann so til? Jú, mann ringir til Der Alte, til Arnskov. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í sambandi við, at Carsten kundi hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag í Kringvarpi Føroya, skrivaði Carsten nakrar hugleiðingar um hesa hálvu øldina í fólksins tænastu.

Alt byrjaði við, at Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, sum so ella so hevði fingið frænir av, at 15 ára gamla Carsten hevði tøkniligar førleikar, ið Útvarp Føroya kundi brúka, ringdi og heitti á hann um at taka eina guðstænastu upp í Havnar kirkju. 

 

Keðiligt hevur tað sjáldan verið
Eftir Carsten Macdonald Arnskov

“Þó líði ár og öld”, sang Bjørgvin Halldórsson fyri hálvari øld síðani. Og tvísporað hava bæði ár og hálva øldin síðani. Tað kundi fyri tað verið í gjár.

Vit eru miðskeiðis í 70-árunum, ein hávetursfyrrapart í Havn. Sunnudag. Dresscode er, sum til eitt og hvørt høvi hjá einum óstýriligum tannáringi um hetta mundið, obligatorisku kóvboybuksurnar, forvaskað T-shirt, skipstroyggja, slitin arbeiðsjakki og væl niðurtraðkaðar tufflur.

Soleiðis klæddur trínir ein svarthærdur ungsveinur varisliga inn um dyrnar. Bakdyrnar. Hurðin rýkir á hongslunum. Tað ljóðar hart. Hetta er tung hurð. Okkurt døkt og dúnut hongur uppiundir næsarnar á dronginum.

Hann er ikki sørt fjálturstungin, hesin 15 ára gamli. Klívur upp steyrrætta trætrappu. Førkar loftslemmin til viks. Stingur høvdið upp og kagar í kring. Vil ikki órógva kvirruna meira enn gott er. 

Kemur sær upp á loftið. Smýgur sær, so ljódliga sum til ber, eftir smábrakandi gólvbrettunum fram at aðra trappu. Longur upp. Heilt upp undir takið. Eitt lágloftað, støvut skot. Har stendur úgerðin. Upptøkuútgerðin. Tekniska altarið. Ein mixipultur og ein Revox.

Vit eru stødd beint uppi yvir altarinum í Havnar Kirkju. 

Uppgávan hendan annan sunnudag eftir trettanda, 19. januar 1975, er, at bandfesta guðstænastuna, so hon kundi varðveitast for tid og al evighed - um útvarpið altso hevði ráð at keypa nýggj bond. Tað var verri enn so altíð. 

Uppgávan varð litin ungsveininum í hendi at fullføra. Fyrsta uppgávan fyri ÚF! Guðstænastan bleiv send sama seinnapart kl. 17. Sjáldan, hvørki fyrr ella síðani, hevur verið lurtað meira intenst.

Hugsi tað mundi verða við karakterinum: nøkulunda bestaðið - mission kind of accomplished - at uppgávan bleiv loyst hendan sunnumorgunin, tí uppgávurnar komu mangar hasari á baki. Fyri ÚF, SVF & KVF. Keðiligt hevur tað sjáldan verið. 


Tveir blaðungir útvarpsmenn, Carsten MacDonald Arnskov og Sonne Smith, sáli, í hølunum hjá Útvarpi Føroya undir Bryggjubakka í Havn

 

Eg havi verið so beista heppin at sleppa at samstarva við nøkrum av frægastu fjølmiðlafólkunum, landið hevur fostrað, bæði nú og tá - í heila hálva øld. Stuttlig, dugnalig, kreativ, gløgg, fitt, uppfinnsom, hjálpsom…..og ja, bevares onkrar primadonnur eisini. Hundraðtals tilsamans - fólk altso, ikki primadonnur.

Á Bryggjubakka, á teimum døgum, vóru fólk sum Sonne, Ívar, Ove, Lias, Milson, Marius, Finnur, Finnbogi, Oskar, og ikki at gloyma Arge-mennirnir. Deiligir dreingir. Koryfæ, hvør og ein. Seinni komu Sigmund, Øssur, Bogi, Birgir, Johnsigurd, og ein riðil teimum á baki. Summi vóru stutt, onnur hildu longri á. Nógv, sum leitaðu aðrar leiðir, komu tó javnan afturíaftur. Konufólkini vóru tó mest sum lundi á jólanátt fyrstu árini. Okkurt var tó, og nógv er síðani broytt. Lukkutíð.

Síðani niðan í Sortudíki nøkur ár, har glæsilig útvarpsborg var sprottin úr díkinum. Har var eisini gott, og uppgávurnar nógvar, spennandi og stuttligar. Men í Orwell’ska árinum 1984, ella fyri góðum fjøruti árum síðani, tevjaðust nýggjar tíðir. Tað rykti og reiv í næsarnar, og áðurnevnda nøs snaraði í januar ‘85 í ein landsynning. Leitandi oman í Vørðsluna. Sjónvarp var tað nýggja svarta, nú hárið var farið at grána.


Carsten MacDonald Arge til høgru og Magni Arge til vinstru í sambandi við frásøgn frá C-HM í hondbólti í Føroyum í 1980
 

Tað skerst ikki burt, at mangan var buldrasligt í SVF, og mangan stóð á gomlum nøglum. Hetta var ein tíð við stórum hendingum, ið skakaðu alt samfelagið í síni grundvølli. Ein tíð við stuttligum, við syrgiligum, og við spennandi hendingum, sum allar vóru við til at samansjóða okkum ómetaliga væl.

Óteljandi eru minnini úr Vørðsluni og M.A.Winthergøtu. Nógv tey flestu av tí betra slagnum. Víst gingu aldurnar høgt onkuntíð. Tíðum brutu brotini í bæði borð - uttanborða sum innanborða. Mest tí vit vildu so nógv. Vit kundu sjabbast og skeldast sum reyðar kýr til tíðir. Tá var tónin mangan kontantur. Høvuðkambarnir vóru nógvir, og fjúsini stutt. Vit vildu jú so nógv. Aloftast komu vit tó skjótt aftur á slætt, og vit dugdu í sátt og semju at skemtast og flenna saman fyri tað. Vit vildu so nógv.

Tjúgu ár gingu. Hárið vorðið hvítt. Man var so smátt blivin eitt ljóst høvd. Knappliga ein morgun, uttan at nakar vardi, nú koma boð av allar ovastu rók. Tey, ið vita best, hava spekulerað, fundast, og hugsað stórar tankar, og nú verður lýst og kunngjørt, at ÚF og SVF, sum higartil høvdu livað hvørt sítt lív, hvør á sín hátt, og rættuliga ymiskt, hereftir skulu ganga hond í hond í parlag. Arrangerað tvangsektaskap, tey kalla. Klaskaði saman overnight, og tað hóast ongin, mær vitandi, var upp á vegin. Hvørki Helmsdal ella Jespersen. Men barslað var so við einum KVF.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Okkurt hevur nú bara riggað heilt væl, meðan okkurt kanska kravdi heldur meira mýking. Kanska okkurt kundi verið eitt vet betri fyrireikað. Ektaskapsráðgevarar í alskyns líki høvdu gyltar dagar eina tíð. Hvørt tað skundaði undir nakra samansjóðing ella ikki? Guð viti. 

Summi laga seg skjótt til nýggjar fortreytir. Onnur eru heldur trekari. Skeptisk. Og kanska er enn okkurt einstakt individ, sum ongantíð ordiliga kom yvir tað, tí "alt var betri fyrr". "Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at verða"-typan. Friður verið við tí. Tíðin lekir, og um hundrað ár er alt gloymt. Eisini undirritaði.

Hvorom-alting-er, so var tað altso ein guðstænastaupptøka ein kaldan, illfýsnan januardag í ‘75, sum legði lunnar undir eina hálva øld í fólksins tænastu. Og tað í góðum selskapi við nógvum góðum fólkum. Tit vita sjálvi hvørji tit eru. Takk, øll somul!

Og tit, ið farin eru, og tit eru alt ov mong; stóra takk til tykkum eisini. Tit liva enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067