Turið og Boas vóru best hetta kappingarárið

Turið og Boas vóru best hetta kappingarárið
Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Boas Ellefsen á Skipagøtu úr H71 vóru kosin at vera best í føroysku hondbóltsdeildunum farna kappingarár
Mynd: Andrei Antal  
 
24.05.2026 - 12:23

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Boas Ellefsen á Skipagøtu eru kosin ársins spælarar í bestu føroysku hondbóltskappingunum farna kappingarár.

Við 267 málum í SMS-deildini hjálpti vinstri bakkurin hjá Kyndli felagnum at vinna bæði lands- og steypakapping, og aftur í ár var Turið Arge Samuelsen einastandandi álopsvápnið í kappingini við kvinnum.

VÍF hevði eisini eitt gott kappingarár við silvurmerkjunum í báðum kappingunum. Í FM-finalunum trýstu vestmenningar Kyndil í fýra dystum, og Fríða Nolsøe Olsen úr og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr VÍF vóru eisini í uppskoti til ársins spælara.

 

 

Hjá monnum var H71 eitt stig omanfyri hini liðini við eini breidd, sum einki annað felag hevði. Tað var kortini Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum gjørdi mest vart við seg í Hoyvík og í landskappingini. Blaðungi bakspælarin skoraði 129 ferðir og legði upp til 112 og hjálpti H71 at vinna greipuna við sigrum á Kyndli í steypa- og FM-finalunum.

Ovi Lützen úr Kyndli og Jákup Egholm úr H71 vóru eisini í uppskoti til heiðurin.

Fleiri aðrir heiðrar vóru latnir á hondbóltsgalla leygarkvøldið, og tað vóru serliga Kyndil, H71 og VÍF sum fóru avstað við teimum. Ársins lið vórðu kosin av Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóra í Hondbóltssambandi Føroya, Jórun Ludvig, ungdómslandsliðsvenjara, og Sjúrði Hoydal, ítróttafjølmiðlafólki.

 

Kvinnur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ársins málverji: Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Ársins verjuspælari: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Ársins áleypari: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ársins stjørnuskot: Gylta Djurhuus á Neystabø
Ársins venjari: Pether Krautmeyer, Kyndil
Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen

Ársins lið, kvinnur:
Málverji: Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Vinstri vongur: Sára Berg á Lag, H71
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Høgri bakkur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Høgri vongur: Joan Johannesen, Kyndil
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Menn:
Ársins spælari: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ársins málverji: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Ársins verjuspælari: Helgi Holdarson Hoydal, H71
Ársins áleypari: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ársins stjørnuskot: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ársins venjari: Djóni Gaard Joensen, H71
Toppskjútti: Filip Jojic, VÍF

Ársins lið, menn:
Málverji: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Vinstri vongur: Jákup Egholm, H71
Vinstri bakkur: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Miðja: Ovi Lützen, Kyndil
Høgri bakkur: Pauli Hentze Rasmussen, StÍF
Høgri vongur: Silas Faurholt Jacobsen, StÍF
Strika: Helgi Hildarson Hoydal, H71

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878