67% av fólki ið bera brek velja kynslívið frá

67% av fólki ið bera brek velja kynslívið frá
Heldur enn at handhevja síni rættindi um persónligt kynslív og nøring, verður kynsslívið valt frá - tað vísur norsk kanning
Savnsmynd
 
09.11.2025 - 13:24

Megd luttók í síðstu viku á fundi í norðurlendska samstarvinum innan brekrættini, har sjóneykan var á rættinum hjá fólki ið bera brek, til persónligt kynslív og nøring.

Sambært tíðindagrein hjá Megd, vísa norskar kanningar, at júst hesi rættindi ofta verða gloymd ella avmarkað, hóast norðurlond hava samtykt altjóða brekrættindasáttmálan. 

Hendan gongdin hevur fylgir, sigur Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari hjá Megd:

- 67% av fólki ið bera brek, velja heldur kynslívið frá, heldur enn at handhevja rættindi hjá sær, eitt nú til stuðulstænastur, ella heilsutænastur, sum kunna vera viðkomandi fyri kynslívið og familjuplanlegging sum heild.

Orsøkirnar til at tey velja tað frá eru ymsar, sigur aðalskrivarin:

- Tað er er nokk ein samanseting av hugburð, vitan, tabu, mentan. Vit vita at kynslív og familjulív sum heild er øgiliga persónligt, vit kunnu ímynda okkum hvat tað so hevði kravt, um mann skuldi havt eina stuðulstænastu innyvir tey viðurskiftini.

Hóast líknandi kanningar ikki eru gjørdar í Føroyum, bendir alt á, at líknandi gongd sæst aftur her heima:

- Vit hava góðar grundir til halda at somu viðurskifti gera seg galdandi í Føroyum. Mann átti helst at sett gongd á eitt arbeiði, at endurskoða verandi skipanir, eitt nú hjá heilsu- og almannaverkinum, har mann hyggur eftir um hesar skipanir eru nøktandi, og hoyrir fólk um tær eru nøktandi.

Hoyr samrøðu við Bárð Atlason Ísheim í útvarpstíðindunum:

1775269

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615