Miða eftir at samráðast við russar síðst í mánaðinum

Miða eftir at samráðast við russar síðst í mánaðinum
Greiði skal fáa fleiri viðurskiftum fyrst, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2025 - 12:20

Landsstýrið hevur ikki enn boðið Russlandi til samráðingar um fiskiveiðisáttmála fyri næsta ár. 

- Enn eru fleiri óvissur at fáa greiði á, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, sum tó miðar ímóti at fara til samráðingar síðst í november.

Naggatódn er í samráðingunum millum Noreg og Russland um fiskiskap í Barentshavinum, m.a. tí Noreg hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi. Eitt nú verða reiðaríini Murman Seafood og Norebo útihýst at fiska í norskum sjógvi frá nýggjárinum at rokna. 

Lógaruppskotið um víðkaðar revsiheimildir móti Russlandi - sum millum annað skal geva landsstýrinum heimild at útihýsa Murman Seafood og Norebo frá at fiska í føroyskum sjógvi - liggur enn í Uttanlandsnevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12112025_Russladssattmali

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890