Kroatar vísa onga náði í morgin

Kroatar vísa onga náði í morgin
Føroyska manslandsliðið fær onga hjálp frá kroatum at koma til HM-endaspælið. – Vit ætla okkum seks stig, tí tað kann ávirka styrkimetingina hjá okkum, sigur Ivan Perišić
Zlatko Dalić, og royndi miðvallarin, Ivan Perišić, løgdu dent á, at tað verður ongin gáva til Føroyar
Mynd: Tróndur Arge  
 
13.11.2025 - 16:42

Kroatiska landsliðið hevur havt tíðindafund undan HM-undankappingardystinum móti Føroyum í annaðkvøld. Bæði venjarin, Zlatko Dalić, og royndi miðvallarin, Ivan Perišić, løgdu dent á, at tað verður ongin gáva til Føroyar í morgin, hóast Kroatia bara skal hava eitt stig fyri at vinna bólkin endaliga.

- Vit vilja hava seks stig í hesum landsliðsumfarinum. Tað hevur týdning fyri styrkismetingina til HM-endaspælið, og vit kunnu seta kroatiskt met fyri eina undankapping. Hartil vóni eg, at vit ikki lata fleiri mál inn, sigur Ivan Perišić.

Kroatia hevur bara latið eitt mál inn og hevur beina kós til HM-endaspælið í Norðuramerika. Kroatia skal tapa tveir dystir og Kekkia skal við einum dysti móti Gibraltar venda málmuninum tíggju mál. Zlatko Dalić vil hava at arbeiðið verður gjørt ordiligt í morgin.

 

Kroatiska landsliðið venur á heimavøllinum hjá Rijeka í dag (Mynd: Tróndur Arge)

 

- Vit hava altíð virðing fyri mótstøðuliðnum, og vit vita at Føroyar hava klárað seg væl í hesum undanspælinum. 12 stig er nakað, sum vit øll skulu virða. Tað verður ikki lætt í morgin, men vit møta við sterkasta liðnum, sigur Zlatko Dalić.

Á tíðindafundinum bleiv tosað eitt sindur um 36 ára gamla Ivan Perišić, sum fyri nakað av tíð síðan hevði ein drúgvan skaða. Seinni í kvøld hevur føroyska liðið tíðindafund og venjing. Dysturin millum Kroatia og Føroyar verður í annaðkvøld. Kringvarpið vísur dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221