Bakkast á Kýprós: Taptu toppdystin fyri Andorra

Bakkast á Kýprós: Taptu toppdystin fyri Andorra
Føroyar taptu toppdystin fyri Andorra í smálandakappingini í Kýprós, og nú eru fleiri lið um boðið at vinna
 
18.11.2025 - 08:59

Andorra, sum er meistari í talvi fyri smátjóðir í Evropa, vann toppdystin móti Føroyum í triðja umfari suðuri í Kýprós. 

Í dystinum í 5. umfari, sum var seinnapartin, vunnu Føroyar stórsigur á Jersey. Fleiri lið eru nú um boðið at vinna kappingina. Heimaliðið Kýprós tykist vera eins gott boð upp á ein vinnara sum favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako, skrivar Talvsambandið.

Spenningur verður helst til seinasta umfar leygardagin.

 

Nær við og næstan hjá Helga

18 ára gamla stórtalentið hjá Andorra, Serni Ribera, spældi føroyameistaran Høgna Egilstoft Nielsen sannførandi niður á øðrum borði. Elias Petersen var fyri somu lagnu á fjórða borði. Einki stig við svarta fólkinum.

Glottin á liðnum var Luitjen Akselsson Apol. Eins og í gjár var støðan á borðinum eldfim, men tá er Luitjen Akselsson Apol ofta kringur og snúðin. Tað lukkaðist tí at vinna.

Hjá Helga Dam Ziska var aftur nær við og næstan. Mótstøðumaðurin, sum er spanióli, ættaður úr Barcelona, spanskur meistari í 2003, nú 53 ára gamal, stóð eitt sindur kroystur. Eins og í gjár fann Helgi ikki skarpastu leikirnar, tá ið á stóð, og tí svann tepri fyrimunurin út í remis.

 

3. umfar (17. nov - fp)

Føroyar - Andorra 1½ - 2½
Kýprós - Jersey 4 - 0
Malta - Monako 1½ - 2½
Guernsey - Luksemburg 0 - 4
San Marino - Liktinstein 1½ - 2½

 

Bukaðu Jersey

Í seinna umfarinum mánadag seinnapartin gekst betur hjá Føroyum. Mótstøðan var eisini munandi minni. Luitjen Akselsson Apol fekk frí, og Føroyar høvdu báðar unglingarnar á liðnum.

 

4. umfar (17. nov. - sp)

Føroyar - Jersey 3½ - ½
San Marino - Kýprós 0 - 4
Liktinstein - Monako 2 - 2
Andorra - Guernsey 4 - 0
Luksemburg - Malta 4 - 0

 

Hørð kapping

Okkurt bendir á, at kappingin millum fremru liðini í smálandakappingini fer at harðna. Kýprós bjóðar av. Liktinstein hevur eisini staðið seg væl, men mótstøðan hevur ikki verið tann mesta higartil.

Ein týðandi dystur hjá Føroyum verður í ovurmorgin móti Kýprós. Hann kann fara at vera heilt avgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Borðstigini kunnu eisini fáa stóran týdning, tí stendur á jøvnum í dystarstigum, telja borðstigini.

Í morgin telva Føroyar móti San Marino. Vit eiga at vinna ruddiliga. Mikudagin eru aftur tvey umfør á skránni - morgundysturin verður móti Kýprós.

Núverandi oddaliðini, Kýprós og Liktinstein, telva sínamillum í morgin. Annar lykladystur er millum Monako og Luksemburg.

 

Støðan í smálandakappingini:

1. Kýprós 7 dystarstig (12½ borðstig)
2. Liktinstein 7 (9½)
3. Andorra 6 (12)
4. Føroyar 6 (11)
5. Luksemburg 5 (11½)
6. Monako 5 (8½)
7. Malta 2 (6½)
8. Jersey 1 (4)
9. San Marino 1 (3½)
10. Guernsey 0 (1)

 

5. umfar (týsdagin 18. november kl 13:00)

Føroyar - San Marino
Kýprós - Liktinstein
Monako - Luksemburg
Malta - Andorra
Guernsey - Jersey

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744