Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir

Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir
Málið um eina námsferð hjá einum skúlaflokki er eftir øllum at døma ein áminning um, at veruleikin samsvarar ikki altið við, at fólkaskúlin er fyri øll
Námsferð hjá 9. flokki á hondbóltsbreytini í Skúlanum á Fløtum hevur elvt til orðaskifti seinastu tíðina.
 
18.11.2025 - 09:37

Í Føroyum siga vit, at fólkaskúlin er fyri øll.

Men seinastu dagarnar hava vit fingið eina áminning um, at veruleikin ikki altíð samsvarar við hesi orð.

Ein námsferð hjá einum skúlaflokki, sum skal til Týsklands at hyggja at hondbólti, kostar umleið 11.000 krónur umframt lummapengar og mat.

Tað ljóðar kanska sum bara eitt tal - men fyri summi er tað ein forðing og eisini eitt val millum at liva upp til felagsskapin, ella standa uttanfyri.

Summi foreldur noyðast at taka lán, so barnið ikki skal kenna seg uttan fyri felagsskapin.

Men er tað fíggjarstøðan hjá foreldrunum, sum avger, hvør fær fulla skúlauppliving - og hvør ikki fær?

Og er tað óskaðiligt, at skúlar víkja frá sínum egnu leiðreglum, tá tað snýr seg um námsferðir. Ella er hetta fyrstu stigið móti einum skúla, sum ikki longur er javnur fyri øll børn?

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870