Í summar fer aftur at duna á Viðareiði

Í summar fer aftur at duna á Viðareiði
Komandi summar mugu viðingar enn einaferð vænta, at tað aftur fer at duna í bygdini eins og í 2013. Neyðugt verður ikki at ringja eftir Jarðfeingi, tí dunið kemur frá D-A-D
Mynd: D-A-D á Facebook  
 
24.11.2025 - 22:40

Tað er meira enn so komið fyri, at jarðfrøðingar hava grulvað runt á Viðareiði og leita eftir upprunan til dun og buldur, ið hevur verið at hoyrt í norðastu bygd í landinum. 

Onkur vil vera við, at orsøkin er, at tað spøkir í prestagarðinum í Ónagerði, meðan onnur hava tosað um boringar fyri jarðhita og jarðfrøðilig fyribrigdi undir bygdini. 

SÍ EISINI: "Jarðfrøðilig gáta á Viðareiði," Dagur og vika, 7. september 2013

 

Fer aftur at duna

Komandi summar mugu viðingar enn einaferð halda fast, tí tá aftur at duna í bygdini.

Neyðugt verður tó ikki at ringja eftir Jarðfeingi, tí upphavið til dunið verður hesa ferð legendariska danska rokkorkestrið D-A-D, ið verður høvuðsnavnið á Norðfestivalinum.

D-A-D hava verið í Føroyum nakrar ferðir. Fyrstu ferð var í 1999, tá teir spældu á Hálsi í Havn, og seinast var á Summarfestivalinum í 2011, tá teir spældu eina fantastiska konsert á Vágsbøi. 

 

D-A-D skuffar ongantíð

Uttan mun til hvussu ofta D-A-D hava verið í Føroyum, so er ein felagsnevnari fyri allar konsertirnar: Tær hava verið góðar. 

Hóast Minds Of 99 royna at sannføra okkum øllum um, at "alle skuffer over tid," so er tað eftir øllum at døma ikki galdandi fyri D-A-D.

Bólkurin skuffar ongantíð

 

Ikki so nógv humbuk.

Tað er kanska ikki so undarligt, tí tað er ikki so nógv humbuk við D-A-D. 

D-A-D eru Binzer-beiggjarnir, Jesper og Jacob, Stig Pedersen og Laust Sonne. Gittarar, bassur og trummur, og so verður talt til fýra og rokkað hart. 

Bólkurin hevur góðar sangir, ein góða sirkus-hest í bassistinum Stig Pedersen, og so ein verðinsklassa gittarist í Jacob Binzer. 

 

Sannførandi á Copenhell

Hóast limirnir í D-A-D hava spælt saman í yvir 40 ár, og menn ikki blíva yngri, so duga teir enn at sparka hart reyv á einum palli.

Tað vísa allar konsertupptøkurnar, ið liggja á Youtube.com, eitt nú framførslan frá Sweden Rock í summar, so Norðfestival-gestirnir kunnu gleða seg. 

Serliga sannførandi var tað at uppliva donsku rokklegendurnar á fyrsta Copenhell eftir at koronafarsóttin í 2022. Skráin var á tremur við heimsnøvnum sum Kiss, Metallica, Iron Maiden og øðrum. 

Men tey, ið vóru til staðar, fingu sjón fyri søgn um, at konsertin hjá D-A-D, ið var høvuðsnavnið fríggjakvøldið hetta árið, stóð einki aftanfyri konsertirnar hjá stóru heimsnøvnunum. 

 

Jesper Binzer í Ragnarrokk

Í 2024 útgav D-A-D plátuna "Speed of Darkness".

Í tí sambandi var Jesper Binzer gestur í sendingini RagnarRokk

Sendingin kann hoyra á KVF Ljóð ella herundir. 

1698416

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378