Ørvitisprosjektið hjá Biritu og Martini Karl bleiv til ársins íverksetan

Ørvitisprosjektið hjá Biritu og Martini Karl bleiv til ársins íverksetan
Heiðurin sum ársins íverksetar er ein staðfesting av, at hjúnini Birita og Martin Karl Olsen hava rokkið dreyminum um at gera Mølina í Skálavík til ein ferðvinnudepil í oynni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2025 - 16:44

"Eg skilji væl, at nógv fólk halda, at vit eru ør, og at hetta er eitt ørvitisprosjekt."

Tað viðgekk Birita Dalsgaard Olsen, tá hon og maðurin, Martin Karl Olsen, í 2018 lótu eina kaffistovu upp í gamla og fallkomna handilsbygningini á Mølini í Skálavík. 

Mølin hevði verið í familjuni hjá Biritu í fýra ættarlið, og hon helt tað vera synd at síggja, at eyðkendi og søguligi guli bygningurin forfórst.

Tey keyptu Mølina frá mammubeiggja Biritu, Bjarna, við tí máli at blása nýtt lív í Mølina, ið skuldi gerast til ein ferðavinnudepil fyri Sandoynna við hotelli og øðrum virksemi. 

 

Ársins íverkseti

Í dag, skjótt átta ár seinni, er tað eingin, ið heldur Biritu og Martin Karl vera ør, og at dreymurin um at gera Mølina til ein ferðavinnudepil vera eitt ørvitisprosjekt. 

Fríggjadagin í farnu viku bleiv Caféin á Mølini kosin ársins íverkseti. Í grundgevingini stóð:

Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, húsast í søguligum umhvørvi har vinna og handil hevur verið í fleiri ættarlið. Úr hesum søguliga stað í hjartanum á einari føroyskari bygd er sprottin ein fyritøka, ið sambindir føroyskt gestablídni og fyritakssemi í eitt fyrsta floks tilboð, ið bjóðar seg fram til føroyingar og til ferðafólk úr øllum heraðshornum.

Dagur og vika gjørdi í 2018 eina longri reportasju um Mølini í Skálavík og stóra dreymin, ið Birita og Martin Karl høvdu fyri staðið, hóast avbjóðingarnar vóru nógvar og stórar, tá tey fóru til verka.

 

20180430_AFTUR_LIV_I_MOLINI_I_SKALAVIK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357