Dagførd lóg um útlendingar í fyrsta lagi í 2027

Dagførd lóg um útlendingar í fyrsta lagi í 2027
Næsta summar verður arbeiðið at fara ígjøgnum útlendingalógina liðugt
Næsta summar verður arbeiðið at fara ígjøgnum útlendingalógina liðugt.
 
26.11.2025 - 07:37

Næsta summar verður arbeiðið at fara ígjøgnum útlendingalógina liðugt.

Síðani skal Udlændinge- og Integrationsministeriet í Danmark gera uppskot um nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Ilt er siga, nær uppskotið verður lagt fyri løgtingið. Men tað verður væntandi í fyrsta lagi á vári í 2027. 

Tað sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Hanna Jensen, løgtingskvinna, spurdi Bjarna Kárason Petersen, landsstýrimann, um, hvussu líður við at dagføra útlendingalógina.

 

Fylgibólkur

Landsstýrismaðurin sigur, at ein politiskur fylgibólkur við einum umboði úr hvørjum flokki er við í arbeiðinum at dagføra lógina.

Fundur er við bólkin annan hvønn mánað. 

- Eg meti, at fundirnir í politiska fylgibólkinum ganga væl, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Útlendingalógin, sum nú er, er frá 2001.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann setti gongd á arbeiðið at dagføra útlendingalógina, tí verandi lóg á nógvum økjum ikki er hóskandi til støðuna á útlendingaøkinum.

Hann sigur, at tvørpolitiska arbeiðið hevur víst, at tørvur serliga er á at dagføra ásetingarnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og ásetingarnar um familjusameining.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539