- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta stórverkið um føroyska málsøgu

Tað hevur verið arbeitt vísindaliga við føroyskum máli í meira enn 300 ár, men nú kemur fyrsta stóra bókaverkið um føroyska málið út, "Føroysk málsøga", har vitan og gransking um føroyskt mál er savnað.
Tað er NÁM, ið gevur út, og samanlagt hava 21 føroyskir og útlendskir høvundar skrivað kapitlar til bókaverkið.
Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur verið høvuðsritstjóri saman við Christer Lindquist, vísir á, at føroyskt er vorðið altjóða granskingarøki:
- Tað eru nógvir útlendingar, ið hava granskað í føroyskum gjøgnum tíðina, eitt nú í Greifswald í Týsklandi og í London. Bæði tí, at tað eru evnir eftir at granska og skriva meira um, og eisini tí at Føroyar sum málsamfelag er eitt slag av mállaboratorium. Tí tað hevur eitt so lítið samfelag við avbyrgdum bygdum, og eisini er áhugavert at granska, hvussu eitt nú danskt, og í dag enskt, hava ávirkað føroyska málið. Vit valdu eisini at spyrja útlendingar um at skriva til verkið, tí evnið er so stórt og hevði verið ov umfatandi at skriva einsamøll.
Tørvur á at savna gransking og vitan
Hóast nógv er skrivað um føroyskt mál, er tørvur á at savna vitan um føroyska málsøgu, mállæru og broytingar gjøgnum tíðirnar í einum stórum verki, heldur Hjalmar P. Petersen:
- Ja, tað er avgjørt tørvur á verkinum. Nú fáa vit eitt yvirlit yvir keldur um føroyskt mál heilt frá rúnasteinum og ymsum mállærum. Eisini fáa vit eitt savnað yvirlit yvir ljóðbroytingar frá norrønum til føroyskt, formbroytingar og syntaktiskar broytingar. Í verkinum er eitt yvirlit yvir málførini, ein kapittul um teldumiðlasamskifti, um orðafelli, nøvn og staðarnøvn, orðafeingi, mál og samfelag, stíl og ein langur kapittul um skriftmálssøguna.
Nógv av tí, ið higartil er skrivað um mállæru, er um nútíðarføroyskt, og hevur ikki ein málsøguligan vinkul. Nakað er eisini skrivað um føroyska málsøgu, men tørvur er á at savna tað, sigur Hjalmar P. Petersen.
Verk í fimm bindum
Føroysk málsøga er eitt verk í fimm bindum.
Í fyrsta bindi verður neyvt komið inn á byrjanina til føroyskt, bæði hvaðan tað stavar, hvørji mál tað er í ætt við, hvussu tilvitskan um føroyskt vaks, og hvat fólk framhaldandi halda um málið.
Í øðrum bindi verður víst á tíðarskeið í føroyskari málsøgu og føroyska mállæruskriving. Eisini eru innaru broytingar frá norrønum til føroyskt nágreiniliga viðgjørdar. Í triðja bindi verða málførini kannað og eisini málamót millum føroyskt og onnur mál. Fjórða bind verður um málideologi, hvussu skriftmálið vaks fram og málið í samfelagnum. Eisini verður komið inn á stílløg.
Verkið er sostatt tematiskt í fýra pørtum, sum eru byrjanin, innaru broytingar, variatión og málamót og so ytru broytingar. Í fimta bindi verða orðafrágreiðingar og samlaðir fólkanavna-, leitorða- og bókmentalistar.
Samfelagsbroytingar og málbroytingar hanga saman
Hjalmar P. Petersen vísir á, at tað er sera áhugavert at granska í føroyska málinum, tí samfelagið hevur verið so lítið og avbyrgt. Broytingar í føroyska málinum hanga tí neyvt saman við samfelagsligum og demografiskum broytingum:
- Føroyska fonologiin er øðrvísi enn í øllum øðrum Norðurlondum, og málið hevur gjøgnum tíðirnar broytt seg frá norrønum bæði av ytri og innaru broytingum. Eitt nú hevur danskt havt stóra ávirkan, men eisini norskt, íslendskt og onnur mál. Demografiin í Føroyum við smáum avbyrgdum bygdum hevur havt við sær nógvar dialektir, vísir Hjalmar P. Petersen á.
Verk, ið kann geva íblástur frameftir
Føroysk málsøga er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri evninum. Tekstirnir eru lættlisnir, hóast teir eru vísindatekstir um ymisk evni. Hjalmar P. Petersen vónar, at verkið vekir áhuga fyri føroyskum og kann geva íblástur til gransking:
- Verkið setir fleiri spurningar, sum arbeiðast kunnu víðari við, og eisini kemur ymiskt nýtt fram, sigur Hjalmar P. Petersen.
Høvuðsritstjórar eru Hjalmar P. Petersen og Christer Lindqvist. Í ritstjórnini eru Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen og Sissal M. Rasmussen. Ritstjóri á Námi til bind 1 er Sigfríður Sólsker. Til hini bindini verður Maria Heradóttir ritstjóri á Námi.
Ole Wich hevur gjørt permuna, har flísarnar symbolisera Føroyar. Liturin blóðreytt er valdur, tí málsøga er eitt tað mest passioneraða í føroyskari mentan yvirhøvur.
Lurta eftir samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Hjalmar P. Petersen, einum av høvuðsritstjórunum, í sendingini Kultura:
Lurta eftir allari Kulturasendingini her:



























