Høgni fær leikbann í tveimum dystum

Høgni fær leikbann í tveimum dystum
Kyndilsspælarin Høgni Klein Olsen hevur fingið leikbann í tveir dystir fyri eina hending í steypafinaluni móti H71
Hendan hendingin hevur fingið eitt eftirspæl
Mynd: KVF/Skíggjamynd  
 
02.03.2026 - 14:24

Høgni Klein Olsen hjá Kyndli skal sita uttanfyri í tveir dystir, eftir eina hending í steypafinaluni móti H71. Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at hendingin skuldi verið sektað við bláum korti, og hevur givið vonginum leikbann í tveir dystir.

Tað var móti dystarenda, at tað kom sinnið í Høgna Klein Olsen hjá Kyndli. Hann bleiv árendur av debutantinum Jónasi Fossabrúgv, og dómararnir dømdu fyri trok. Tá H71-bakkurin skuldi renna aftur, krøkti Høgni Klein Olsen hann við beinunum og datt síðan niður á H71-spælaran við alboganum fremstum.

 

260302_HOGNI_NET

 

Eftir dystin sendu dómararnir saman við eygleiðarunum inn umbøn, um at taka málið upp til viðgerðar. Orsøkin er, at teir meta, at teir ikki sóu eina hending, sum kundi verið sektað við bláum korti. H71 sendi eisini klagu inn um hendingina. Høvðuspersónurin sjálvur, Høgni Klein Olsen, hevur biðið um umbering og er keddur av hendingini.

- Eg taki fulla ábyrgd av støðuni. Eg havi biðið spælaran og familjuna hjá honum um umbering. Eg reageraði skeivt, og tað var ikki í lagi. Eg eri sera harmur um tað, sum hendi. Nú virði eg tað viðgerð, sum málið fær, segði Høgni Klein Olsen við Kringvarpið.

Aganevndin hevur viðgjørt málið og hevur í dag sent Kyndli skriv, har niðurstøðan er, at Høgni Klein Olsen skal sita yvir tveir teir komandi dystirnar hjá Kyndli í landskappingini ella steypakappingini.

- Aganevndin er í viðgerð síni komin til, at hendingin átti at verið sektað við bláum korti undir í sjálvum dystinum. Harafturat metir Aganevndin, at hendingin eftirfylgjandi kann viðgerðast sambært § 8:9 d í altjóða spælireglunum við møguligum leikbanni sum fylgju, og tí metir nevndin, at hendingin eigur at verða sektað við tveimum døgum í leikbanni vísandi til § 8.6 í altjóða spælireglunum, skrivar Aganevndin í skrivi til Kyndil.

H71 vann steypafinaluna 37-28.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363