Seta HM-punktum við enn eini grannauppgerð ímóti Íslandi

bannari
Seta HM-punktum við enn eini grannauppgerð ímóti Íslandi
Føroyar vunnu EM-undankappingardyst í oktober, Ísland vann venjingardyst í november og nú seta hondbóltskvinnurnar HM-punktum við enn eini grannauppgerð
 
06.12.2025 - 13:11

Søguliga hevur Ísland verið oman á, men pílarnir peika hvør sín veg undan grannauppgerðini í sætta og seinasta dystinum í heimsmeistarakappingini í hondbólti á hesum sinni.

Meðan Føroyar hava sigrar á Spania og Paraguai og javnleik ímóti Serbia á HM-kontuni, hevur endaspælið ikki hepnast so væl hjá Íslandi.

Gamaní, tepur tap fyri Týsklandi og Serbia í bólkaspælinum eru einki at skammast um, men í miðumfarinum hava íslendingar als ikki skalað Montenegro og Spania, og tí endar Ísland niðast í føroyska bólkinum, sama hvussu dysturin í dag spælir av.

 


Súna Krossteig Hansen hevur spælt væl í endaspælinum. Bakspælarin er sera dugnalig í duellspælinum og hevur skotið 19 mál og lagt upp til 12 higartil. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)

 

Ójavnt íslenskt avrik

 - Vit hava havt nógvar góðar løtur, meðan løturnar, har tað ikki hevur gingið eftir vild, hava verið ov langar, segði annar av venjarunum hjá Íslandi, Óskar Bjarni Óskarsson, við Portal.fo í gjár.

Hann sipar serliga til fyrra hálvleiki ímóti Montenegro og seinna hálvleiki ímóti Spania. Hann leggur afturat, at yvirhøvur eru íslendingarnir ikki so ónøgdir, tí liðið er ungt og eini níggju útskiftingar hava verið síðan seinasta endaspæl.

Hin venjarin hjá Íslandi, Arnar Pétursson, ivast sambært RUV ikki í, at dysturin í kvøld verður stór avbjóðing.

 - Føroyingarnir spæla góðan hondbólt. Spæla nógv sjey ímóti seks, og tað hevur riggað væl, so vit hava hugt væl eftir teimum. Føroyski hópurin kennir hvønn annan væl og hava spælt saman í nøkur ár, segði hann við íslendska kringvarpið.

 

Javnt seinastu árini

Hóast hesa gongdina undir sjálvum endaspælinum, er nógv sum bendir á, at dysturin verður javnur. Liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í heyst. Í oktober vunnu Føroyar fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini á útivølli, meðan Ísland vann HM-upphitingardystin við Tjarnir í november.

Í síðstu EM-undankappingini í 2023/24 vunnu íslendingar við ávíkavist fimm og fýra málum, men tað var leingi javnt í høllini á Hálsi, har óvanliga nógv føroysk skot av høgra veingi vórðu misnýtt. Í Íslandi árið eftir, spældu føroyingar ikki upp til sítt besta, men gjørdu nóg mikið til at spæla seg í EM-endaspælið.

 


Spurnartekin: Pernille Brandenborg sær út til at spyrja, hví hon ikki fær brotskast ella eitthvørt líknandi. Føroyska strikanfær stóran týdning aftur í dag. (Mynd Anze Malovrh / kolektiff)

 

Jana og Pernille ganga undan

Um Ísland skal hava nakran kjans at vinna á Føroyum skulu tær steðga Janu Mittún og Pernille Brandenborg, skrivar altjóða hondbóltssamgongan IHF á síni heimasíðu. Liðskiparin á strikuni hevur skotið 29 mál, meðan Jana Mittún hevur samanlagt 48 mál og upplegg. 

LES EISINI: Jana her har og allastaðni

Tað vita íslendingar ivaleyst av, og tí verður kanska avgerandi, hvussu aðrar á føroyska liðnum spæla í dag. Súna Krossteig Hansen er líka góð um ikki betri enn Jana Mittún í duellspælinum, meðan Maria P. Nólsoy hevur nógvar góðar eginleikar í bakspælinum. 

Effektiviteturin á føroysku vongunum er misjavnur, men skora teir væl í dag, kann tað gerast munurin á tapi og sigri.

Javnleikurin ímóti Serbia merkti, at fjórðingsfinalukjansurin hvarv, men við sigri í kvøld kunnu Føroyar enda á triðja plássi í miðumfarsbólkinum, sum er tað sama sum eitt pláss ímillum níggju og 12 samanlagt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968