Hóast kreppu var eisini roynt at ganga nýggjar leiðir í Føroyum

Hóast kreppu var eisini roynt at ganga nýggjar leiðir í Føroyum
Í 1930-árunum varð farið undir fyrstu føroysku sildaverksmiðjuna í Kollafirði, revahald eru um landið, Føroya Bjór fer at gera sodavatn og klaksvíkingar fáa streym
Sildaverksmiðjan í Kollafirði eftir útbygging í 1950-árunum
 
08.12.2025 - 11:46

Leygardagin 11. mars 1939 fóru um 20 tons av sildaolju og sildamjøli við Tjaldrinum, og hetta var ivaleyst fyrsta íðnaðarvøra av hesum slag, sum fór úr Føroyum. Og hetta var frá nýggju silda- og sildamjølsverksmiðjuni, sum farið var at byggja í Kollafirði árið fyri.
 
Tað var Christian Holm Jacobsen, sum tók stig til at byggja fyrstu sildaverksmiðjuna í Føroyum. Royndir vóru annars eisini gjørdar til at byggja eina sildaverksmiðju í Havn í tríatiárunum, men hendan royndin bær ikki á mál.

 

Fyrsti revagarðurin er í Hvalvík

Farið varð eisini undir revahald í Føroyum í 1930-árunum, og byrjað var av álvara í Hvalvík fyri jól í 1937 og við ársbyrjan í 1938 á Trøllanesi. Í 1939 vóru 53 revagarðar í Føroyum.
Á Trøllanesi fleygaðu teir havhest til revarnar, sum eitt nú eisini ótu ymiskt frá slaktinum umframt vitaminir og kryddaríir.


Føroya Bjór fer undir sodavatnsframleiðslu

Hóast 1930-árini vóru kreppuár, fór Føroya Bjór undir sodavatnsframleiðslu í 1930-árunum, og tá vóru sodavatnsløgini ivaleyst sitrón, hindber, jarðber og appilsin. Seinast í 1940- ella fyrst í 1950-árunum fór Føroya Bjór eisini undir framleiðsluna av Dani Cola, sum seinri varð avloyst av Jolly Cola.


Klaksvíkingar fáa streym á fyrsta sinni

Føroyska el-søgan byrjar í Vestmanna, har Ólavur á Heygum um aldarskiftið ætlar at útbyggja Fossá í Vestmanna, soleiðis at vestmenningar og onnur á Streymoynni kundu fáa elektrisitet.
Men hóast hetta er fyrsta royndin at fáa ravmagn til vega í Føroyum, ber hon ikki á mál, sjálvt um Ólavur treiskast heilt til sín deyð í 1923.
Tað eru kortini bæði býlingar og privatfólk um landið, sum fáa sær bæði vatnorku- og motorverk, men tíðliga gerst greitt, at skulu munagóð tøk takast, mugu kommunurnar ganga saman um tey.
Í 1919 fer Vágs kommuna undir arbeiðið við at gera vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy, sum er fyrsta elverkið í Føroyum.
Arbeiðið var liðugt á sumri 1921, og 18. juli varð ljósfestin hildin.
1. september 1921 varð motor rikna el-verkið á Rundingi í Havn tikið í nýtslu. Ætlanin var annars, at verkið skuldi vera liðugt at taka í nýtslu tann 1. desember 1920, men so var ikki.

Í 1928 varð sáttmáli gjørdur millum Vágs Kommunu og Froðbiar Sókn um, at Froðbiar Sókn keypur streym frá el-verkinum í Botni. Og tað gjørdist eisini ein stórur fyrimunur fyri Tvøroyri, tá bygdin 8. desember 1928 fekk streym á fyrsta sinni, samstundis sum fyrsta Ljósfestin á Tvøroyri varð hildin.

Í 1935 fær bygdin Lopra streym frá vatnorkuverkinum í Botni. Tá leigaðu nakrir týskir verkfrøðingar Hvalastøðina í Lopra frá Gudmundi Mortensen.
Í sáttmálanum partana millum varð ásett, at um vatntrot var, hevði elverkið ikki skyldu til at veita streym til Lopra, soleiðis at tað ikki gekk út yvir nýtsluna í Vági og á Tvøroyri.

Í mai 1930 varð farið undir at gera vatnorkuverkið norðuri á Strond í Klaksvík, og arbeiðsdagarnir hjá monnunum, ið bygdu vatnorkuverkið á Strond, vóru langir. Uppi í Strandardali arbeiddu einir 50 mans við byrgingini, og har varð byrjað klokkan 6 á morgni, so klokkan 5 varð farið at fáa sær ein bita og síðani til gongu. Klokkan 2 var døgurði etin, og klokkan 6 var arbeiðsdagurin liðugur. Tímalønin var um 85 oyru og onki varð goldið fyri yvirtíð.
Ætlanin var, at verkið skuldi takast í nýtslu í desember sama árið, men ólagaliga veðrið hevði við sær, at verkið ikki bleiv liðugt fyrr enn á sumri árið eftir.
14. juli 1931 varð vatnorkuverkið norðuri á Strond í Klaksvík tikið í nýtslu, og tað hevði kostað 630.000 krónur.

Í sendingini eru samrøður við Hans Andrias Sølvará, Jóannes Olsen, Jógvan Joensen, Jógvan Ravnsfjall, Trygva Samuelsen, Einar Waag og Anniku Waag.

Sendingin kann hoyrast her!

1781284

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202