Landsverk: MT Højgaard og Faerport-2 skulu gjalda

Landsverk: MT Højgaard og Faerport-2 skulu gjalda
Vánaligt arbeiði og vánaligt eftirlit er orsøkin til, at H-bygningurin lekur illa. Rokningina skulu høvuðsarbeiðstakarin og heildarráðgevin gjalda, sigur Landsverk
Sigurð Ó. Vang, leiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki
 
08.12.2025 - 18:32

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum lekur so illa, at tað fer at kosta 33 milliónir krónur at tetta og umvæla skaðar av lekunum. Arbeiðið er byrjað, men verður neyvan liðugt fyrr enn seint í 2026.

 

Løgtingið er biðið um at játta pengarnar, lógaruppskotið hevur verið 1. viðgerð og liggur nú í fíggjarnevndini.

Sigurð Ó. Vang, leiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki staðfestir, at stórt umvælingararbeiðið má gerast. Men rokningin fyri arbeiðið verður send víðari til høvuðsarbeiðstakaran og heildarráðgevan. Gerðarættarmálið er ikki liðugt fyrireikað, men Sigurð Ó. Vang roknar við, at Landsverk fer at krevja stórt sæð alt aftur, sum umvælingin kostar.

 

Høvuðsarbeiðstakarin er fyritøkan MT Højgaard. Heildarráðgevi, sum bæði projekteraði og hevði fakliga eftirlitið við arbeiðnum, er "Faerport 2". Tað er eitt íognarfelag, eitt samstarv, millum Selmar Nielsen arkitekt, SMJ verkfrøðingar og LBF (Landsbyggifelagið).

Við nýggjastu eykajáttanini kemur sjálvur H-bygningurin at kosta umleið 720 milliónir krónur. Og taka vit so samanbyggingina við restina av landssjúkrahúsinum uppí, umframt kjallaran og isolatiónsstovurnar, so verður kostnaðurin 840 milliónir krónur.

Hoyr innslag her:

H-bygningurin_-_jbh_-_1800


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044