Krevja eisini tænastugjald fyri tóm býli í Havn

Krevja eisini tænastugjald fyri tóm býli í Havn
Sambært Umhvørvisstovuni eru 477 tóm býli í Tórshavnar kommunum, og skotið verður upp, at tænastugjaldið verður okkurt um 6.200 kr. næsta ár
Mett verður, at tænastugjaldið fer at geva Tórshavnar kommunu millum tríggjar og seks milliónir um árið.
 
11.12.2025 - 10:38

Tórshavnar kommuna ætlar eisini at krevja tænastugjald fyri tóm býli.

Býráðið fer at viðgera uppskot um tað í dag.

Sambært uppskotinum er árligi miðalkostnaðurin fyri tóm býli seinastu fimm árini 68,4 mió. kr. Tað eru útreiðslur til renovasjón, vatnveiting, kloakkir og sløkkilið.

Tænastugjaldið verður, sambært uppskotinum, okkurt um 6.200 kr. næsta ár.

Sambært Umhvørvisstovuni eru 477 tóm býli í Tórshavnar kommunu.

Tekniska fyrisitingin hjá kommununi sigur, at 824 tóm býli eru. 

Mett verður, at tænastugjaldið fer at geva Tórshavnar kommunu millum tríggjar og seks milliónir um árið.

Eitt tómt býli er býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221