Súsanna í trivnaðarnevndina og Bjarni í uttanlandsnevndina

Súsanna í trivnaðarnevndina og Bjarni í uttanlandsnevndina
Nakrar broytingar eru gjørdar í nevndunum hjá løgtinginum, nú landsstýrið er umskipað, og fyrrverandi landsstýrisfólk eru komin aftur í tingið
Súsanna Bertholdsen er fastur limur í trivnaðarnevndini fyri Kim Durhuus, sum er farin út tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2025 - 08:16

Nakrar broytingar eru gjørdar í nevndunum hjá løgtinginum, nú landsstýrið er umskipað, og fyrrverandi landsstýrisfólk eru komin aftur í tingið.

Í mentanarnevndini er Súsanna Bertholdsen varalimur í staðin fyri Eyðgunn Samuelsen.

Í trivnaðarnevndini er Súsanna Bertholdsen fastur limur í staðin fyri Kim Durhuus, sum er farin úr tinginum. 

Í uttanlandsnevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur í staðin fyri Karlot Hergeirsson. 

Karlot Hergeirsson er nú varalimur í staðin fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. 

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í vinnunevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur í staðin fyri Árna M. Dam.

Hanna Jensen er varalimur. 

Í landsstýrismálanevndini er Bjarni Kárason Petersen varalimur í staðin fyri Árna M. Dam. 

Í Útnorðurráðnum er Karlot Hergeirsson vorðin fastur limur í staðin fyri Árna M. Dam.

Bjarni Kárason Petersen er varalimur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815