Ársins orð er suðuroyartunnil

Ársins orð er suðuroyartunnil
Valið stóð millum vøruskott, nossa-nuggets og suðuroyartunnil
 
15.12.2025 - 08:13

Ársins orð 2025 er suðuroyartunnil.

Orðið bleiv kosið í morgunsendingini, Góðan morgun Føroyar, tá ein dómsnevnd skuldi velja orðið, sum onkursvegna best umboðar almennu samfelagsrøðuna.

Í dómsnevndini eru umboð fyri Málráðið, Føroyamál og Føroysk miðlafólk.

Um hálvan november fingu lurtarar hjá morgunsendingini møguleika at senda inn uppskot til ársins orð. Eins og á hvørjum ári var áhugin sera stórur, og nógv uppskot komu inn.

Út úr stóru rúgvuni av uppskotum bleiv ein listi við 10 orðum gjørdur, og dómsnevndin skuldi velja eitt av hesum orðunum sum ársins orð.  

At enda stóð kappingin um ársins orð 2025 millum vøruskott, nossa-nuggets og suðuroyartunnil, og nevndin bleiv samd um suðuroyartunnil.

Morgunsendingin, Góðan morgun Føroyar, hevur síðani 2016 skipað fyri at kjósa ársins orð.

 

Tey 10 orðini, sum vóru í uppskoti at blíva ársins orð 2025, vóru hesi:

6-7 (six-seven)

Fiksirúm

Hekkuportur

Linjuføring

Nossa-nuggets

Preppa

Reglulýdni

Skíggjasunn

Suðuroyartunnil

Vøruskott

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860