Sámal Matras: Áhugaverdar flytingar millum flokkar

Sámal Matras: Áhugaverdar flytingar millum flokkar
Tað eru fleiri viðurskifti við veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið fyri jól. Eitt er, at Javnaðarflokkurin missir næstan 5. hvørja atkvøðu til Fólkaflokkin.
Fólkaflokkurin hevði eftir veljarakanningini hjá Spyr.fo verið so nógv størsti flokkur, um val var beint nú
 
30.12.2025 - 23:06

Tá veljarakanningar vera gjørdar, er tað helst ov sjáldan, at hugt verður eftir hvussu tey, sum eru spurd siga at tey flyta seg í mun til seinasta val.

Í hesari seinastu veljarakanningini eru í øllum førum fleiri áhugaverd viðurskifti, sum ikki síggjast, tá mann bara hyggur eftir teimum ráu tølunum.

Eitt av viðurskiftunum er, at Javnaðarflokkurin sambært kanningini missir til Fólkaflokkin. Akkurát tað í sjálvum sær er ikki serliga vanligt, tí flokkarnir ideologiskt liggja so langt frá hvørjum. Kortini vísir kanningin, at 5. hvør av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin til seinasta val, høvdu valt Fólkaflokkin í ár. At nøkur færri høvdu flutt frá Javnaðarflokkinum til Sambandsflokkin kemur kanska ikki so óvart á, sum tað fyrra, tí tað er minni á muni millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Nakað annað, sum Sámal Matras, ið er samfelagsfrøðingur og sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri vali, valtølum og veljarakanningum, er, at tað, sum Sambandsflokkurin fær frá Javnaðarflokkinum, missir hann til Fólkaflokkin. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað, og ein kann vera, at Sambandsflokkurin var - ella var lutvíst - partur av, at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg varð samtykt.

Men har eru eisini aðrar upplýsingar, millum annað, at kvinnuligu veljararnir, sum valdu Fólkaflokkin til seinasta val, eru trúgvari enn menninir, sum gjørdu tað sama, og at Tjóðveldi missir meira millum tey ungu enn millum tey eldru.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða.

1785684

Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, hevur hugt nærri at tølunum, sum liggja til grund
fyri veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri KvF        Mynd: Hilmar Jan Hansen


Tað, sum varð sent í tíðindunum í kvøld var bara ein partur av einari drúgvari samrøðu. 

Um tú hevur hug at hoyra alla ta samrøðuna, so kanst tú trýsta á pílin niðanfyri her:

1785685

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715