Kommunur fingu 176 milliónir meira í skatti í fjør

Kommunur fingu 176 milliónir meira í skatti í fjør
Smáu kommunurnar høvdu størsta vøksturin í prosentum, meðan høvuðsstaðarkommunan hevði størsta vøksturin í krónum
Skattainntøkurnar hjá kommunum í fjør vuksu sjey prosent og hjá landinum góð fýra prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2026 - 09:51

Kommunurnar fingu 176,4 mió. kr. meira í skatti í fjør enn í 2024, vísa fyribilstøl hjá TAKS.

Vøksturin er sjey prosent.

Hjá landinum er vøksturin minni, hann er 4,35 prosent.

Eftirlønarskatturin er 11 prosent størri.

Men kirkjuskatturin er, sambært fyribilstølunum, 2,56 prosent minni enn hann  var í 2024.

 

Smáu kommunurnar mest í prosentum

Tað eru tær smáu kommunurnar, sum hava størsta vøksturin í prosentum.

Toppskorari er Húsavík. Har er vøksturin 27,36 prosent.

Síðani koma Fugloy og Skúgvoy við ávikavist 23,75 og 23,41 prosentum.

Eingin kommuna fekk minni skatt í fjør enn í 2024. Men tað var tætt við í Hvalba. Har er vøksturin 1,81 prosent.

 

Havnin fremst í krónum 

Í krónum er Tórshavnar kommuna fremst.

Tórshavnar kommuna fekk slakar 68,6 mió.kr. meira í skatti í fjør enn í 2024.

Klaksvík fekk 25,4 mió. kr. meira, vísa fyribilstølini hjá TAKS.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542