Nú er klárt at fara í Messuna

Nú er klárt at fara í Messuna
Nýggja sjóvinnusavnið og mentanarhúsið í Sørvági verður tikið í nýtslu sunnudagin
Nú er Messan í Sørvági klár at taka í nýtslu.
 
09.01.2026 - 11:08

Sunnudagin verður alment hátíðarhald í Sørvági, tá nýggja sjóvinnusavnið og mentanarhúsið "Messan" verður tikið í nýtslu. 

Sjálvboðin fóru undir verkætlanina í 2018, og Messan skal lýsa okkara sjóvinnusøgu og samstundis virka sum eitt mentanarhús.

Messan hevur kostað 10 milliónir krónur at byggja, og haraftrat eru einar átta milliónir brúktar at fylla lendið við bygningin upp.

Verkætlanin er fíggjað við stuðli frá fólkatinginum og Norðuratlantspuljuni. Onki lán er í Messuni, sum eitt sjálvsognarfelag fer at reka.

Sí innslag í Degi og viku: 

 

MESSAN_SORVAGUR


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542