Úrskurður í sakarmálinum um umval kemur seinnapartin

Úrskurður í sakarmálinum um umval kemur seinnapartin
Fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu vilja hava avgerðina hjá landsstýrinum um umval strikaða
Dómarin kemur við úrskurði seinnapartin.
 
09.01.2026 - 11:23

Klokkan 14 fer Føroya rættur at boða frá úrskurði í sakarmálinum, sum fimm býráðslimur í Runavíkar kommunu hava reist móti Fíggjarmálaráðnum.

Tá málið um umvalið í Runavíkar kommunu var fyri í Føroya rætti týsdagin, segði dómarin, at málið er so mikið serstakt og prinsipielt, at hann mátti hava umhugsanartíð, áðrenn støða verður tikin til, um stevningin skal hava steðgandi virknað fyri umvalinum í næstu viku.

Teir fimm býráðslimirnir í Runavík, teirra millum borgarstjórin og varaborgarstjórin, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál. Býráðslimirnir vilja hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum - um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval - strikaða.

Tað vil siga, at umvalið, sum er lýst at verða týsdagin í næstu viku, skal steðga, til málið er endaliga avgjørt av dómsvaldinum.

Og niðurstøðan í hesum spurningi verður kunngjørd seinnapartin í dag klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334