Íslendingar bestir í Janus Open

Íslendingar bestir í Janus Open
Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið, og tað er met
Símun Þórhallsson vann kappingina við 7 stigum av 8.
 
12.01.2026 - 08:51

Íslendingar vóru fremstur í Janus Open á Eiði um vikuskiftið. 

Símun Þórhallsson vann kappingina við 7 stigum av 8, meðan Dagur Ragnarsson gjørdist nummar tvey við 6½ stigi.

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevði hægsta styrkitalið av øllum, endaði nummar trý við sama stigatali sum Dagur Ragnarsson, Luitjen Akselsson Apol og Jón Kristinn Thorgeirsson. 

Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið, og tað er met.

Kappingin savnaði telvarar í øllum aldri og úr fleiri londum, og nógv bendir á, at Janus Open er komin fyri at vera, skrivar Talvsambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531