Tvær ráðførslur í uttanlandsnevndini fyrrapartin

Tvær ráðførslur í uttanlandsnevndini fyrrapartin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal ráðføra seg um Sornfelli, og Eirikur í Jákupsstovu skal ráðføra seg um fiskiveiðuavtalu við Ísland
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum skal ráðføra seg um Sornfelli, har sum danska verjumálaráðið ætlar at byggja lofteftirlitsradara.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2026 - 07:56

Tvey landsstýrisfólk skulu ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum fyrrapartin.

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum skal ráðføra seg um Sornfelli, har sum danska verjumálaráðið ætlar at byggja lofteftirlitsradara.

Og landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum skal ráðføra seg um fiskiveiðiavtalu við Ísland.

Sum skilst er avtala gjørd.

Longu hósdagin fóru tvey uppsjóvarskip av Norðfjørðinum eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Svartkjafturin er í ein landssynning úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949