- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í gerðarrættin við Fíggjarmálaráðnum

Úrskurðarfundur var í gjár í Fasta gerðarrætti í einum máli millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Felagið vil hava ráðið at viðurkenna, at depilsleiðari á Landssjúkrahúsinum skal lønast eftir sáttmálanum millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Felagið sigur, at tað sigur sáttmálin millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Í sáttmálanum stendur, at sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru settir í starv við master, phd
ella professara sum førleikakrav, fáa lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum.
Úrskurðurin er ikki komin enn.
Málið er ikki nýtt.
Tað byrjaði í Fasta gerðarrætti 27. september 2024.
























