Starvsstovan skal sleppa at geva sekt fyri brot á djóravælferðarlógina

Starvsstovan skal sleppa at geva sekt fyri brot á djóravælferðarlógina
Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um tað
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur biðið um, at hon kann geva sekt, um kunngerðin um at flyta inn hundar, kettur og gitnaðarevni verður brotin.
 
14.01.2026 - 10:08

Heilsufrøðiliga starvsstovan skal fáa loyvi til at geva sektir fyri at bróta djóravælferðarlógina og lógina um at flyta inn og halda vandamikil djór.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur biðið um, at hon kann geva sekt, um kunngerðin um at flyta inn hundar, kettur og gitnaðarevni verður brotin.

Nú hevur Tilfeingis- og vinnumálaráðið gjørt lógaruppskot um tað.

Sambært galdandi lóg kunnu hesi brot ikki avgerast við fyrisitingarligum sektaruppskoti.

Fyrst skal dómsvaldið tó siga, hvussu stórar sektirnar kunnu vera.

Sekt kann bara gevast, um tann, sum skal hava hana, játtar seg sekan og tekur við sektaruppskotinum.

Og hetta er bara galdandi fyri brot, sum ikki hava við sær hægri revsing enn sekt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762