Royndi at smugla 1,9 kilo av hassji

Royndi at smugla 1,9 kilo av hassji
Maðurin varð tikin á flogvøllinum í gjárkvøldið, og í dag játtaði hann seg sekan og fekk straksdóm
Hassj (savnsmynd)
 
17.01.2026 - 14:26

Ein ungur maður úr Danmark í 20'unum var tikin á flogvøllinum í Vágum í gjár við 1,9 kilo av hassji.

Tað var klokkan 19:38 í gjárkvøldið, um somu tíð sum Føroyar spældu EM-hondbóltsdyst í Norra, at hundurin hjá tollvaldinum varnaðist okkurt í viðførinum hjá unga manninum. Har varð funnin ein stór nøgd av hassji.

Maðurin varð afturhildin, og løgreglan handtók hann. 

Maðurin skuldi fyri rættin í morgin við kravi um varðhaldsfongsling. Men eftir at hava tosað við verja sín, so játtaði hann seg sekan í øllum. Tí fekk hann ein sokallaðan strakstóm, sum ljóðar upp á fýra mánaðir fongsul. 

Maðurin varð síðani leyslatin og verður innkallaður at sita dómin seinni - helst í Danmark, sigur vakthavandi hjá politinum.

Danska politiið kendi mannin, men hann var ókendur fyri føroyska politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713