Vikugesturin: Litrík og stríðsfús

Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya
 
17.01.2026 - 13:00

- Eg græt einaferð, og so græt eg ikki aftur.

Tá ið Mary Antonsdóttir gjørdist forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya fyri níggju árum síðan, hevði hon júst verið gjøgnum eitt hart ár, tí hon hevði verið í viðgerð fyri krabbamein. Men hon vildi ikki lata tað stýra sínum lívi. 

Hon arbeiddi, segði ongum frá um sjúkuna, og meðan hon var í viðgerð, gjørdi hon faldarar, har hon fyrireikaði seg til at gerast forkvinna. 

- Krabbin er ein skuggi, sum altíð fylgir mær, sigur Mary Antonsdóttir, sum í hesum døgum er í samráðingum vegna tey, sum eru um okkara eldru heima og í heimum.

Hon er uppvaksin í Vági. Reyða hárið hevur hon frá sínum skotska abba, sum gjørdi hertænastu í Føroyum undir krígnum.

- Eg var tað einasta reyða høvdið í Vági, sigur Mary, sum av tí sama bleiv illa happað í fólkaskúlanum. Happingin gjørdi, at hon ikki vildi aftur á skúlabonk. Hon fór at arbeiða í eldrarøktini, og seinni fór hon á Heilsuskúlan í Suðuroy.

Nú sáttmálasamráðingar við arbeiðsgevararnar er í hæddini, stríðist hon vegna sínar limir, sum ikki eru teir, sum rópa harðast, ella krevja sín rætt. 

Sjálv hevur hon arbeitt í nógv ár í eldrarøktini, og hon hevur tikið á seg at tosa og stríðast fyri stillføru limirnar. Men hon vil ikki taka skeið í samskifti ella samráðingarteknikki, tí hon vil vera tann, hon er.

- Eg havi ongantíð verið til skeið í samskifti ella samráðingarteknikki.  Eg havi ikki hug til at læra, hvussu eg skal tosa, so fer tað natúrliga burtur, og vit enda øll við at ljóða eins. Lat meg bara gera tað upp á mín klossuta máta og vera autentisk og ektað!

Hoyr alla samrøðuna við Mary Antonsdóttir, sum var vikugestur.

1788927

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303