- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Isabella Rossellini á Selatrað
Selatrað var pallsetingin um eina serstaka vitjan mánadagin.
Klæmint Mittún, bóndi, og seyður hansara vóru statiskar, tá heimskenda filmsstjørnan Isabella Rossellini var á vitjan á Selatrað.
Isabella Rossellini er av Hollywood-kongsætt. Mamman var mæta svenska filmsstjørnan Ingrid Bergman, meðan pápi var sera kendi italski filmsleikstjórin Roberto Rossellini.
Isabella Rossellini, ið sjálvur rekur ein lítlan bóndagarð á Long Island í New York, var kom til Føroya at kunna seg um føroyska ull og føroyskt seyðahald.
Serliga var Isabella Rossellini áhuga at merkja broddin á føroysku ullini. Hon er atferðarfrøðingur av útbúgving, og hevur granskað djóraatferð og djórarøkt.
"Tað ljóðar sum ein gittarstrongur," heldur Isabella Rossellini, sum her sæst saman við ferðaleiðaranum Sissal Kristiansen frá The Wool Islands.
Isabella Rossellini greiddi frá, at seyðurin í USA er aldur soleiðis, at ullin hevur mist sín brodd. Júst tí er hon so hugtikin av at síggja hetta forna fyribrigdi í føroysku ullini.
Hóast Isabella Rossellini er av fínari Hollywood-ætt, so himpraðist hon ikki við at fáa fingrarnar í nýkliptu ullina á Selatrað.
Á bóndagarðinum á Long Island hugsavna tey seg eisini um lívfrøðiligt margfeldi. Tað er umráðandi, so vit hava møguleikan at byrja av nýggju, um eitt væl umtókt seyðaslag doyr út.
Á Selatrað eru veðrarnir hjá Klæminti Mittún bónda í øllum førum klárir at átaka sær uppgávuna sum brundsseyðir fyri Rossellini, um illa vil til hjá henni á Long Island.
Klæmint Mittún, bóndi, hevði eisini eitt ess í reyvalummanum til vitjanina. Eitt tvey dagar gamalt lamb, ið gjørdist heilt stjóra stjørna í eygunum á Isabellu Rossellini.
Ikki á hvørjum degi, at mann møtir so kend fólk sum Isabellu Rossellini, og tað krevur sjálvandi eina selfie. Eitt eru foreldur hennara, men Isabella hevur eisini verið gift við mæta filmsleikstjóranum Martin Scorsese og hildið saman David Lynch, sála.
|
|





























