ES skundfundur um revsitoll

ES skundfundur um revsitoll
Sendiharrarnir úr øllum 27 ES londunum hittast í dag at umrøða revsitollin, sum Donald Trump ætlar at leggja á lond, sum ikki stuðla USA í at yvirtaka Grønland.
Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.01.2026 - 10:10

Sendiharrarnir úr øllum 27 ES londunum hittast í dag at umrøða revsitollin, sum Donald Trump ætlar at leggja á lond, sum ikki stuðla USA í at yvirtaka Grønland. Tað skrivar bretski miðilin, The Independent. 

Sambært amerikanska forsetanum Donaldi Trump verður tollur á 10% lagdur á vørur úr Danmark, Noreg, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Hollandi og Finlandi. Tollásetingin kemur, sambært forsetanum, í gildi 1. februar í ár. Hetta skrivaði Trump á Truth Social í gjár.

 

Frá 1 februar 2016 verður tollur á 10% lagdur á allar vørur úr Danmark, Noreg, Svøríki, Frakland, Týskland, Stóra Bretland, Holland og Finland, sum verða sendar til USA. Donald Trump á Truth Social. 

 

 

Aftursvar er komið úr øllum átta londunum, sum Trump hóttir við revsitolli.

Lars Løkke Rasmussen, danski uttanríkisráðharrin sigur sambært Ritzau, at Danmark samstarvar tætt við ES í málinum. Hann sigur eisini, at hóttanin frá amerikanska forsetanum kemur óvart á hann, tí endamálið við meiri hermegi í Grønlandi er at økja um trygdina í Arktis, eins og amerikanski forsetin hevur víst á áður. Danska uttanríkismálaráðið boðar eisini frá í tíðindaskrivi í dag, at danski uttanríkisráðharrin fer at vitja uttanríkisráðharrarnar í Noregi, Stóra Bretlandi og Svøríki komandi dagarnar at umrøða trydgdina í Arktis. 

 

 

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre sigur, at 'hóttanir ikki hoyra heima millum sameind lond.' 

 

 

Eisini Ulf Kristersson, svenski forsætismálaráðharrin vísir Danmark og Grønland sín stuðul. 

 

Franski forsetin Emmanuel Macron skrivar á X, at mann ikki fer at lata seg ávirka av hóttanum, og at revsitollur ikki kann góðtakast. 

 

Keir Starmer

Caption: 
Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Forsætisráðharrin í Stóra Bretlandi, Keir Starmer, sigur við BBC, at tað er “púra skeivt” at áseta revsitoll á sameind lond.

 

 

Alexander Stubb, finski forsætisráðharrin leggur dent á samstarv millum sameind heldur enn hóttanir. 

 

Úr Týsklandi og Hollandi ljóðar at tey taka hóttanirnar til eftirtektar og og samráðast nú við sameind lond í Evropa. 

ES fundurin byrjar klokkan 16 føroyska tíð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959