Útflutningurin vaks slaka milliard

Útflutningurin vaks slaka milliard
Makrelurin gjørdi størsta munin, tí virðið á makrelinum vaks umleið 800 milliónir
Føroyar útfluttu fyri 13,4 milliardir krónur frá desember 2024 til november 2025.
Mynd: Hagstovan  
 
19.01.2026 - 08:23

Føroyar útfluttu fyri slaka milliard meira frá desember 2024 til november 2025 enn frá desember 2023 til november 2024.

Føroyar útfluttu fyri 13,4 milliardir krónur frá desember 2024 til november 2025, skrivar Hagstovan. 

Tað eru góðar 926 milliónir krónur meira enn í undanfarna skeiði.

 

Makrelurin gjørdi munin

Serliga makrelurin gjørdi mun. Virðið á útflutta makrelinum vaks slakar 800 milliónir krónur, 65,6 prosent.

Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo vaks næstan 39 prosent.

Fiskavøruútflutningurin yvirhøvur var góð átta prosent størri. 

 

Útflutningsvirðið á laksi og fóðri minkaði

Útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er minkað. Útflutningsvirðið á laksi minkaði 40 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. 

Vánaligi laksaprísurin gjørdi, at útflutningsvirðið minkaði 0,7 prosent.

Men nøgdin vaks 17,1 prosent. Hetta svarar til, at virðið fyri hvørt kilo av laksi er minkað 15 prosent, skrivar Hagstovan.

Í november í fjør útfluttu Føroyar fyri 180,4 milliónir krónur til Russlands.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210