Maria nýtt føroyskt met á 400 metrum

Maria nýtt føroyskt met á 400 metrum
Maria Biskipstø setti nýtt innanduramet á 400 metrum, tá hon rann til Pallas Spelen í Malmø um vikuskiftið
Maria Biskopstø á Oyggjaleikum í Orknoyggjum síðsta summar
Mynd: Dánial Olsen  
 
25.01.2026 - 20:21

Maria Biskopstø rann seg til nýtt føroyskt innanduramet á 400 metrum, tá hon kappaðist til Pallas Spelen í Malmø um vikuskiftið.

Klaksvíkingurin kom á mál við tíðini 56,97 sekund og gjørdist sostatt fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sekund á júst hesum teininum. Samstundis rakk úrslitið til 2. pláss í B-finaluni.

Maria Biskopstø átti sjálv gamla metið, sum var 58,01 sekund. Tað eydnaðist henni eisini at vinna A-finaluna á 800 metrum við persónligum meti.

Oddvør Josephsen, Andreas B. Antoft og Dánjal Dahl Ljósheim kappaðust eisini í Pallas Spelen.

 

Oddvør tók tvey føroysk met

Miðskeiðis í januar tók Oddvør Josephsen tvey føroysk met í innandura renning í kappingini Randers Indoor 2026.

Á 60 metrum bøtti hon um sítt egna met frá 7,86 sekundum til 7,83 sekund.

Tað sama gjørdi hon í 200 metur renning. Har setti hon nýtt met við tíðini 25,92 sekund, sum gjørdi hana til fyrstu føroysku kvinnuna undir 26 sekund innandura. Gamla metið var 26,10 sekund frá 2024.

 


Oddvør Josephsen á Oyggjaleikum í Orknoyggjum síðsta summar. (Mynd: Dánial Olsen)
 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576