Neyvari reglur um heimablídni

Neyvari reglur um heimablídni
Veitarin skal vera húsfólkið, sum býr á staðnum, har maturin verður gjørdur og borðreiddur, stendur í broyttu kunngerðini
Broytta kunngerðin um heimablídni sigur, maturin skal vera gjørdur í køkinum, sum húsfólkið brúkar dagliga. (Savnsmynd)
 
26.01.2026 - 08:54

Nú eru gjørdar neyvar reglur um heimablídni.

Kunngerðin frá 2010 skal broytast, so hon sigur, hvat heimablídni er.

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið sigur, at skal talan vera um heimablídni, skal veitarin vera húsfólkið, sum býr á staðnum, har maturin verður gjørdur og borðreiddur.

Og maturin skal vera gjørdur í køkinum, sum húsfólkið brúkar dagliga.

 

Skrásett hjá Starvsstovuni

Tey, sum bjóða heimablídni, skulu vera skrásett hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

Heimablídni kann ikki vera í úthúsi, fjósi, neysti ella høli, sum ikki er bústaður ella heim veitarans.

Veitarin skal á sjónligum staði í hølunum, har heimablídni er, upplýsa viðskiftafólkini um, at virksemið ikki er løggilt og ikki undir eftirliti hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

Um lýst verður við heimablídni í sosialum miðlum ella á heimasíðu skal hetta eisini vera upplýst har, sigur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037