Steðgir í arbeiðstíðini eru alneyðugir

Steðgir í arbeiðstíðini eru alneyðugir
- Um tú heldur neyðugu steðgirnar á arbeiðsplássinum, hevur tú eisini orku og yvirskot, tá arbeiðsdagurin er liðugur, sigur Pia Hauge, rithøvundur
 
26.01.2026 - 14:10

Tað er umráðandi at geva heilanum nakrar steðgir, tá tú ert til arbeiðis. 

Við stuttum steðgum verður tú meira produktiv ella produktivur, hevur lættari við at fáa góð hugskot, og so trívist tú eisini betur. Bæði á arbeiðsplássinum men eisini í privatlívinum.

Tað heldur Pia Hauge. Hon hevur skrivað bestseljaran "Pause Power" og arbeiðir sum ráðgevi innan heila-vinarligt arbeiðslív. Pia Hauge arbeiðir sum ráðgevi fyri danskar fyritøkur so sum Novo Nordisk, Carlsberg-grunnin, skúlar, sjúkrahús og kommunur.

Tað kann tó vera avbjóðandi at halda sjálvt ein stuttan steðg, tá tú ert til arbeiðis.

- Fólk kunu lættliga fáa eina kenslu av skomm, tá tey halda ein steðg, men skal steðgur hava nakra sum helst ávirkan, so er umráðandi at tú ikki skammast, men heldur tín steðg við góðari samvitsku. Á tann hátt fært tú veruliga slappað av, sigur Pia Hauge.

Sambært henni er ymiskt, hvussu nógvar steðgir okkum tørvar, og hvat vit skulu gera, fyri at fáa sum mest burtur úr einum steðgi.

- Tað snýr seg um at løða battaríið. Tað kanst tú klára við til dømis at hyggja út gjøgnum vindeyga í 10 sekund, binda í eini 10 minuttir ella ganga tær ein túr í 20 minuttir, sigur Pia Hauge.

Hóast skíggjar sjálvdan verða viðmældir at brúka, tá tú heldur steðg, eru tó undantøk, vísir Pia Hauge á.

- Tað kann vera eitt gott hugskot at hyggja at onkrum í sjónvarpinum, sum fær teg ordiliga at slappa av. Har tú gloymir um alt tað, tú annars burdi gjørt, men heldur gloymir teg burtur í søguni, sum tú sært á sjónvarpsskíggjanum, sigur Pia Hauge.

Í morgunsendingini gevur Pia Hauge góð ráð um at halda steðgir og harvið fáa meira orku á arbeiðsplássinum og heima við hús.

1790186

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066