Búskaparráðið: Mistak at fíggjarligt regluverk ikki eisini umfatar kommunur

Búskaparráðið: Mistak at fíggjarligt regluverk ikki eisini umfatar kommunur
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at uppskotið er ein byrjan, og meira sannlíkt er, at uppskotið verður samtykt, sum tað sær út í løtuni
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
28.01.2026 - 11:46

Sjálvt um bæði Búskaparráðið og Tjóðbankin hava sagt, at allur almenni búskapurin skal takast við í fíggjarpolitiska regluverkið, so eru kommunurnar ikki partur av uppskotinum, sum løgtingið nú skal viðgera.

Tað er eitt mistak, heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum: 

 

28012026_Johnny

 


Ruth Vang. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá vit spyrja Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hví kommunurnar ikki eru við, leggur hon dent á, at hetta er ein byrjan. Og tað er meira sannlíkt at fáa uppskotið samtykt, sum tað sær út í løtuni:

 

28012026_Ruth

 


Tórbjørn Jacobsen.

 

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at kommunurnar eru ímóti fíggjarligum regluverki. Hann vísir, at longu nú hava kommunurnar amboð at stýra við, m.a. at tær ikki mugu skylda meira enn eina álíkning:

 

28012026_Tobbi

 

Uppskotið um fíggjarligt regluverk fær fyrstu viðgerð í tinginum í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Meistarans hond
206820