Breddin: Vitlíki og sálarheilsa

Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
Hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur? Og hvør eigur ábyrgdina? verður spurt í sendingini í dag
Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul. (Savnsmynd)
 
29.01.2026 - 09:02

Vitlíki er vorðið ein fastur táttur í gerandisdegnum hjá milliónum av fólki - eisini børnum og ungum.

Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul. 

Kanningar vísa, at ung í fleiri londum venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum.

Men samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum ráð um sjálvsskaða, sum hava havt álvarsligar avleiðingar.

Men hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur?

Og hvør eigur ábyrgdina, tá vitlíki lurtar, veitir falskan ugga ella vegleiðir skeivt?

Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á vitlíki og sálarheilsu - millum møguleikar, vandar og spurningin um, hvar markið gongur.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040