Sámisk vitjan setir dám á Tórsvøll

Sámisk vitjan setir dám á Tórsvøll
Føroysku U19-landsliðini við gentum og dreingjum skulu spæla samanlagt fýra venjingardystir móti Sámalandi. Dystirnir verða í dag og leygardagin
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
29.01.2026 - 13:05

Í dag verða tveir sermerktir venjingardystir á Tórsvølli. Klokkan 15 skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum spæla móti Sámalandi, og klokkan 17 er tað U19-landsliðið við gentum, sum skal spæla móti Sámalandi.

- Sámiski liðini eru fyri tað mesta mannaði við spælarum úr Norðurnoregi og Norðursvøríki. Kendastu feløgini, ið eru umboðað, munnu vera Bodø/Glimt og Tromsø IL, skrivar Fótbóltssambandið.

Sámaland er ikki eitt sjálvstøðugt land, men eitt stórt landaøki í Norður-Evropa, ið fevnir um Norðurnoreg, Finnland og Svøríki, umframt ein part av Russlandi.

- Eg kenni ikki so nógv til mótstøðuna, men eg vænti kortini at tær hava eitt ávíst støði. Vit fara so undir ongum umstøðum at taka lætt upp á hesa uppgávuna – als ikki, sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum.

Eisini U19 dreingirnir fáa møguleikan at royna seg ímóti sínum sámisku javnaldrum. Og fyri venjaran, Fróða Benjaminsen er talan um ein kærkomnan venjingardyst, ið skal brúkast sum fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í mars.

- Hóast vit lítið og einki vita um mótstøðuna, so taka vit hesa uppgávuna í størsta álvara, og ætla okkum sjálvandi at vinna. Men dysturin verður eisini brúktur sum partur av fyrireikingunum til EM undankappingina, og tí er upplagt at royna okkurt av tí, sum vit hava lagt dent á í venjingunum, sigur Fróði Benjaminsen í samrøðu við Fótbóltssambandið.

Seinnu dystirnir á føroyavitjanini verða spældir leygardagin 31. januar. Klokkan 11 spæla U19 dreingirnir hjá Sámalandi ímóti U18 liðnum hjá HB, og klokkan 13 fara U19 landsliðini við gentum aftur á vøllin.

Sámar hava sína egnu mentan, søgu og siðir, og hava eisini sítt egið mál, sum stórur partur av fólkinum tosar.

Hósdagin 29. januar:

Kl. 15:00 Føroyar – Sámaland (U19 dreingir)

Kl. 17:00 Føroyar – Sámaland (U19 gentur)

Leygardagin 31. januar:

Kl. 11:00 HB – Sámaland (U18/U19 dreingir)

Kl. 13:00 Føroyar – Sámaland (U19 gentur)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297