Andrias Edmundsson: - Síðstu dagarnir hava verið ekstremt stressandi

Andrias Edmundsson: - Síðstu dagarnir hava verið ekstremt stressandi
Gongur eftir vild, skrivar fótbóltsspælarin Andrias Edmundsson undir sáttmála við Serie A-felagið Hellas Verona, sum má gjalda millum 20 og 25 milliónir fyri landsliðsspælaran
Andrias Edmundsson er á veg til Italia at skriva undir sáttmála við Hellas Verona
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
01.02.2026 - 19:07

Gongur eftir vild, skrivar fótbóltsspælarin Andrias Edmundsson undir sáttmála við Hellas Verona mánadagin.

Italska felagið, sum spælir í Serie A, skal rinda pólska felagnum Wisla Plock millum 20 og 25 milliónir fyri verjuskansan, sum sostatt verður dýrasti føroyski fótbóltsspælarin yvirhøvur.

Portal.fo og Bolt.fo hava skrivað um møguligt skiftið síðstu dagarnar, og nú restar bert læknakanningin og aðrir smálutir í, áðrenn landsliðsspælarin setir sína undriskrift á trý ára sáttmála við Norðuritalska felagið.

 - Teir síðstu dagarnir hava verið ekstremt stressandi, og nógv hevur gingið ótrúliga skjótt. Eg havi ikki skrivað undir enn, men eg rokni við, at alt fer at koma upp á pláss, og eg eri øgiliga spentur, segði Andrias Edmundsson við útvarpið hjá KvF á veg í flogfar til Italia.

 

Bragdaði eftir harðar samráðingar

Samráðingar hava verið millum Wisla Plock og Verona síðstu tíðina, og svarið frá pólska felagnum hevur leingi verið noktandi. Eisini hevur Oxford United ligið framvið eftir toftamanninum, sum mestsum ikki hevur sett ein fót skeivt á landsliðnum í fjør. Nú flytingarvindeyga fer at stongja, bragdaði kortini millum feløgini, sum eru komin ásamt um eina avtalu.

 - Tað eri eg sjálvandi øgiliga glaður fyri, tí tað er ikki so langtsíðan, at eg gjørdi eina samrøðu, har eg segði, at eg vildi spæla í bestu deildini í Italia. Tá trúði eg kanska ikki ordiliga upp á tað, men nú verður tað veruleiki, og tað er øgiliga stórt fyri meg.

 


Andrias Edmundsson og Wisla Plock hava spælt seg upp úr triðbestu pólsku deildini upp í bestu deildina - Ekstraklasa - upp á tvey ár (Mynd: Wisla Plock)

 

Ætlar at muna í Verona-verjuni

Hellas Verona, sum føroyingar kanska minnast sum felagið hjá Preben Elkjær í áttatiárunum, liggur í løtuni aftast í bestu italsku deildini fýra stig frá bjargingini, men Andrias Edmundsson ætlar ikki at flyta niður í summar.

 - Eg vil spæla í eini av teimum bestu deildunum í heiminum, og eg trúgvi at eg kann gera mun í bardaganum fyri at yvirliva, segði verjuspælarin.

Tað hevur gingið skjótt hjá Andriasi Edmundsson síðstu árini. Hann kom til Chojniczanka í triðbestu pólsku deildini, og tá hann fór víðari til Wisla Plock, var felagið í næstbestu deildini. Síðan kom uppflyting og í løtuni spælir felagið við um pólska meistaraheitið í sera jøvnu Ekstraklasa, sum besta deildin kallast.

 - Eg eri ekstremt errin av tí, og eg gleði meg heilt ótrúliga nógv.

 

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Andrias Edmundsson, sum var í tíðindasendingini klokkan 18.

1792192

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561