44 prosent í fiskavirkisskipanini eru ikki danskir ríkisborgarar

44 prosent í fiskavirkisskipanini eru ikki danskir ríkisborgarar
Í løtuni eru 985 fólk í skipanini
Í løtuni eru 985 fólk í fiskavirkisskipanini, og av hesum eru 437 ikki danskir ríkisborgarar. (Savnsmynd)
 
04.02.2026 - 09:55

Næstan helvtin av teimum, sum eru í fiskavirkisskipanini hjá ALS, eru ikki danskir ríkisborgarar.

Tey eru 44 prosent.

Í fjør vóru 1464 fólk knýtt at fiskavirkisskipanini.

Í løtuni eru 985 fólk í skipanini, og av hesum eru 437 ikki danskir ríkisborgarar.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Í vanligu arbeiðsloysisskipanini eru 22 fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar.

Talan er um aðrar norðurlendingar, flóttafólk úr Ukraina og fólk, sum hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527