- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neytabøndur skulu fáa part av yrkisútbúgving í Føroyum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir saman við Búnaðarstovuni og Miðnámi í Vestmanna at skipa eina føroyska útbúgving, sum svarar til fyrsta árið í yrkisútbúgvingini at gerast neytabóndi.
- Hetta kundi gjørt, at fleiri fara undir hesa útbúgvingina, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Varmakeldugarðurin í Gøtudali. (Mynd: Gestur Lómstein)
Herfyri kom fram, at føroyingar, ið útbúgva seg til neytabónda uttanlands, nú kunnu taka starvsvenjingina í Føroyum. Varmakeldugarðurin í Gøtudali er sum tann fyrsti í Føroyum góðkendur til endamálið.
Um leisturin, sum arbeitt verður við í løtuni, verður veruleiki, verður fyrsta árið í útbúgvingini tikið á Miðnámi í Vestmanna.
Síðani verður farið í starvsvenjing á einum garði í Føroyum í tvey ár, áðrenn síðsti parturin av útbúgvingini verður tikin uttanlands.
Talan er vanliga um nøkur skeið í umleið 8-10 vikur, í mesta lagi eitt ár tilsamans.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























