
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

"Hoydalar er ein stór sjónvarpsframleiðsla fyri meg og Kringvarp Føroya, men hon er kanska tann minsta, ið Per (Zachariassen) hevur staðið fyri at framleitt," sigur Maria Winther Olsen argandi.
Tá tónleikarøðin "Hoydalar" í kvøld fer av bakkastokki í sjónvarpinum klokkan 19.30, sita Per Zachariassen og Maria Winther Olsen við krossaðum fingrum við vón um, at føroyingar taka væl ímóti røðini.
Tey bæði hava nevniliga í felag ment og framleitt "Hoydalar" saman við Kringvarpi Føroya.
Í stuttum snýr "Hoydalar" seg um seks útvaldar tónleikaspírar, sum skulu tulka sangir hjá fimm av okkara størstu tónleikastjørnum.
"Vit kallaðu upprunaliga hugskotið fyri 'Tónleikaskúlin', tí tað byggir á, at tey ungu skulu læra av teimum eldru. Men mest av øllum snýr sendirøðin seg um at blása nýtt lív í gamlar føroyskar klassikarar," greiðir Per Zachariassen frá.
"Vit hava so nógvar góðar sangir í Føroyum, men eisini ótrúliga nógv talentir, so hugskotið spretti burtur úr tí."
SÍ EISINI: Temasíðan um Hoydalar
Faðir og dóttir
Upphavsfólkini til "Hoydalar" eru ikki hvør sum helst.
Per Zachariassen er heimskendur sjónvarpsframleiðari við 30 ára royndum, sum millum annað hevur framleitt Eurovision Song Contest-finaluna í Keypmannahavn í 2014, ið verður roknað sum ein av heimsins størstu sjónvarpsframleiðslum.
Maria Winther Olsen er hinvegin virðisløntur filmsleikstjóri í bæði Føroyum og Danmark. Í fjør vann stuttfilmur hennara "Halt um meg" Geyta-virðislønina, og herfyri varð heimildarstuttfilmur hennara "Vælkomin heim" tilnevndur til eina Robert-virðisløn, sum er størsta filmsvirðisløn í Danmark.
Men tað, ið nógv fólk kanska ikki vita um Per og Mariu, er, at tey eisini eru faðir og dóttir. "Hoydalar" er fyrstu ferð, at tey samstarva um eina verkætlan.
"Eg eri váðafúsur av lyndi," svarar Per Zachariassen skemtandi, tá hann verður spurdur, um tað ikki eisini er eitt sindur vandamikið fyri sambandið millum faðir og dóttir at fara inn í eitt tætt fakligt samstarv.
"Eg havi eisini samstarvað við konuna hjá mær," leggur hann brosandi afturat.
Persónligheitin eisini týdning
Tá skemtið er lagt til síðis, so ásannar Per Zachariassen, at hann altíð hevur ynskt at sleppa at framleiða okkurt saman við dóttrini.
"Maria dugir nakað heilt serligt, ið eg ikki dugi, tí hon torir at brúka seg sjálva í sínum framleiðslum. Hon er eitt erligt og opið menniskja, ið sansar nøkur ting, sum eg ikki sansi. Til tess eri eg alt ov rationellur, og tað er hon ikki, og tað ger okkum til eitt gott team, haldi eg."
Per Zachariassen nevnir í hesum sambandi tilgongdina við at velja ungu spírarnar til sendirøðina.
"Eg helt, at um tey bara dugdu at syngja, so var tað gott nokk, men har hevði Maria fokus á, at tey eisini skulu hava eina góða persónligheit."
Gevandi, men hart
Maria Winther Olsen ásannar, at tað hevur verið øðrvísi brádliga at skula samstarva yrkisliga við pápan.
"Sjálvandi er tað ikki fremmant fyri meg at tosa við babba um mínar filmsverkætlanir, tí hann hevur altíð verið tann, ið eg havi sparrað við, tí eg veit, at eg fái eitt erligt svar frá honum. Men tá hevur tað altíð verið áðrenn og aftan á upptøkurnar, og tað hava verið mínar verkætlanir, vit hava tosað um. Tað, ið hevur verið øðrvísi við "Hoydalar", er, at vit brádliga hava staðið saman á settinum til sjálvar upptøkurnar."
Hóast tað hevur verið gott og gevandi at samstarva við pápa sín, so viðgongur Maria eisini, at tað til tíðir hevur verið hart.
"Tað er serliga hart í teimum løtum, tá tað hevur verið eitt stríð um, hvør skal hava síðsta orðið. Tað fer bara longri inn undir húðina á tær, tá tað er pápi tín, ið tú ert ósamd við og kjakast við. Tá ræður um at minnast til ikki at taka tað persónligt, men tað er lættari sagt enn gjørt."
Per heldur enn babba
Í einari roynd at bera í bøtuflaka við tí sannroynd, at tey eru faðir og dóttir, so valdi Maria at tiltala pápa sín "Per" undir upptøkunum til "Hoydalar", heldur enn at siga "babba" framman fyri øllum.
"Tað var ein roynd at gera samskiftið okkara millum meira professjonelt, men tað gekk ikki so væl hinvegin, tí eg bleiv hvønn morgun møtt við 'hey góða'," prikar Maria pápa sín eitt sindur forherðað, og Per er skjótur at lofta prikinum.
"Eg má sjálvandi ikki gloyma, at vit eru til arbeiðis, men hinvegin má samskiftið okkara millum heldur ikki blíva ónatúrligt. Eg havi tó tilvitað havt eitt sindur bleytari arbeiðshandskar á í sambandi við "Hoydalar" av tí, at tað er dóttir mín, ið eg havi samstarvað við. Tað hevur eisini verið sunt fyri meg at roynt, tí í sambandi við stórar sjónvarpsframleiðslur, ið eg havi staðið fyri, kann tónin ofta vera rættiliga harður, tí tað er so nógv upp á spæl fíggjarliga."
Ymisk og tó
Tey bæði eru samd um, at tað kom nokk so væl til sjóndar undir framleiðsluni av "Hoydalar", at tey fakliga hava sera ymiska bakgrund - Per er sjónvarpsmaður, Maria er filmskvinna.
"Mín tilgongd hevur altíð verið, at eg skal ikki undirhalda fólk, eg skal fáa fólk at gráta, meðan babba hevur ikki gjørt annað enn at roynt at undirhildið fólk í 30 ár. Men nú eg eri vorðin 33 ár, so skilji eg, at tað eisini er stórt virði í at undirhalda fólki. Eg noyðist ikki altíð at átaka mær leiklutin sum líðandi listafólkið, tá eg fari í holt við films- og sjónvarpsverkætlanir. Eg kann eisini bara lata eina væl úr hondum greidda framleiðslu sum "Hoydalar" frá mær, ið bæði er undirhaldandi og rørandi og vera væl nøgd við tað."
"Alt skal ikki vera so øgiliga tungt," er Per Zachariassen skjótur at lofta útsøgnunum hjá dóttrini. "Maria hevur lyndi til at fortelja søgur, sum eru tungar. Tað er gott fyri onnur fólk, at hon ger tað, men kann vera tungt fyri Mariu sjálva. Men eg haldi, at "Hoydalar" er blivið betri av, at vit ikki altíð vóru samd, men hava funnið góðar loysnir upp á tær ósemjur, ið hava verið."
"Hinvegin havi eg eisini funnið út av, hvussu nógv vit í grundini líkjast," leggur Maria afturat.
Hoydalar
Í kvøld fæst so sjón fyri søgn um, hvussu tað hevur hilnast hjá Mariu Winther Olsen og Per Zachariassen at seta hugskotið um "Hoydalar" í verðina.
"Nú mugu vit heldur ikki gloyma, at vit hava ikki gjørt hetta einsamøll, tí vit hava eisini havt Finn Koba og onnur dugnalig starvsfólk frá Kringvarpinum afturat okkum í framleiðsluni," slær Maria fast. "Men grundleggjandi, so haldi eg, at "Hoydalar" er lend har, ið vit vónaðu, at hon fór at lenda. Givið er, at alt ikki bleiv júst, sum vit ætlaðu, og mín avbjóðing er altíð, at eg havi lyndi til at fokusera upp á tey tingini, ið eg ikki fekk gjørt, heldur enn at hugsavna meg um tað, ið eg fekk gjørt, og sum riggaði væl. Vit komu á mál við "Hoydalar", ið eydnaðist væl, men tað hevði eisini verið feitt at sloppið at gjørt eina sesong 2."
Pápin, Per Zachariassen, er samdur.
"Tá eg síggi virðingina millum ættarliðini - millum spírarnar og stjørnurnar - tá eg hyggi eftir "Hoydalar", so rørir tað meg djúpt. Tað ger meg ordiliga glaðan, at tað enn ber til at binda ættarliðini saman í eini tíð, tá alt verður meira og meira individualistiskt, og øll finna sína egnu nitsju og hava minni og minni at vera saman um. Tað er so ólukksáliga ósunt, og tí mugu vit varðveita tey tingini, ið savna okkum, og tað kann tónleikurin," staðfesti Per Zachariassen, ið eisini vónar, at tey fáa møguleikan at framleiða eina sesong 2 av "Hoydalar".
"Øll tey árini, ið eg havi arbeitt við sjónvarpsframleiðslu, hava lært meg, at har er eitt fast mynstur, tá tað kemur til júst tað. Tann fyrsta sesongin av einari sendirøð er tann harðasta, onnur er tann mest spennandi, tí mann kann optimera røðina, meðan tann triðja er tann lættasta, og ofta blívur hon tann síðsta, tí tá byrji eg at keða meg."
Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
*Gevið gætur, at fyrstu partur av Hoydalar verður tøkur, eftir at hann er sendur í sjónvarpinum í annaðkvøld kl. 19.30