Ungdómstingið feldi uppskot um lægri valrættaraldur til kommunuval

Ungdómstingið feldi uppskot um lægri valrættaraldur til kommunuval
Tingið feldi eisini uppskotið um 17 ára aldursmark fyri at fáa koyrikort og at pensjónsaldurin skal vera 68 ár
Ungdómstingið 2026 endaði í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 08:04

Ungdómstingið feldi uppskotini um lægri valaldur til kommunuval, 17 ára aldursmark fyri koyrikort og, at pensjónsaldurin skal vera 68 ár.

Uppskotið um, at valaldurin í sambandi við kommunuval skal lækka úr 18 niður í 16 ár fekk bara seks atkvøður.

26 atkvøddu ímóti.

15 vóru fyri, at 17 ára gomul kunnu fáa koyrikort, men 17 atkvøddu ímóti.

Og øll 32 atkvøddu í móti at áseta pensjónsaldurin til 68 ár. - Hann skal vera 70 ár, halda ungu tingfólkini.

Hini seks uppskotini vórðu samtykt, okkurt tó í broyttum líki.

 

14 ára aldurmark fyri snildfonir

Stórur meiriluti vil hava landsstýrið at fáa løgtingið at samtykkja 14 ára aldursmark fyri at brúka snildfonir og sosialar miðlar.

Upprunaliga var uppskotið 15 ár. 

Seinnapartin í gjár vóru 12 munnligar fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk.

Spurt varð um Bygdaleiðir, undirvísingar- og læraratíð, landsfelag fyri næmingaráðini í fólkaskúlanum, prutl, barnaverndarstovnar, ung undir 18 ár, sum selja tubbak, lutin hjá Føroyum viðvíkjandi støðuni í Grønlandi, sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum, ognarskatt, próvtalsstigan í fólkaskúlanum, óneyðugt matoyðsl og lestrarstuðul til øll lesandi í miðnámi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860