Ítrótturin heiðraði síni bestu í Varpinum

Ítrótturin heiðraði síni bestu í Varpinum
Jórun og Jórun, Hósvíkar Róðrarfelag, Hjalti og Djóni, U21-manslandsliðið í hondbólti, Hansina og Jústines Justinussen
Elin H. Joensen handaði Jústinusi Justinussen heiðursskjal Poul. E. Petersen fyri trúgva og drúgva tænastu í ítróttinum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.02.2026 - 21:00

Ítróttur og ítróttafólk vóru í miðdeplinum á Ítróttafagnaðinum í Varpinum í kvøld.

Ítróttasambandið lat árligu heiðurslønirnar til tey bestu og raskastu í føroyskum ítrótti farna árið, og kappingin var hørð millum tey mongu, sum vóru í uppskoti í teimum mongu bólkunum.

 

U21-landsliðið í hondbólti stjørnuskotið

Spenningurin var stórur kring oyggjarnar í summar, tá føroyska U21-hondbóltslandsliðið við monnum spældi seg allan vegin í HM-hálvfinaluna ímóti Portugal.

Eftir tvær ferðir longda leiktíð máttu teir kortini lúta, men reistu seg fyrimyndarliga í bronsudystinum ímóti Svøríki, sum teir vunnu sannførandi við frálíkum avriki. Fyri tað fingu teir Ítróttastjørnuskotið 2025 í kapping við Marina Danielsen (fimleikur) og Paula Joensen (inniróður).

So var kanska ikki so løgið, at venjararnir báðir, Djóni G. Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen vórðu kosnir bestu venjararnir í fjør. Teir stýrdu ungu monnunum við tryggari hond og hava báðir staðið seg væl í føroysku kappingini í Kyndli og H71. Onnur í uppskoti vóru Durita Knudsen Poulsen (fimleikur) og Sámal Jákup Djurhuus (hondbóltur).

Afturat hesum báðum hondbóltsheiðrunum kundu fólk velja Ítróttaløtuna 2025. Við 46 prosentum av atkvøðunum var besta løtan, tá Jana Mittún tryggjaði Føroyum sigurin á Spania í HM-endaspælinum í Týsklandi.

 


Hjálparvenjarin á manslandsliðnum í fótbólti, Atli Gregersen, saman við U21-hondbóltslandsliðnum, sum vann HM-bronsu í summar og nú eisini Ítróttastjørnuskotið hjá ÍSF. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Jórun og Jórun vóru størstu eldsálirnar

Ítróttaeldsálirnar 2025 vórðu funnar í Klaksvík og í KÍ. Har brúka Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø stóran part av síni frítíð til at taka sær av øllum teimum mongu uppgávunum, sum skulu gerast, um spælararnir skulu hava bestu treytir á vøllinum. 

Tær báðar taka sær av venjingarklæðum og dystarklæðir hjá monnum og kvinnum, sum skulu vaskast, turkast, leggjast saman og leggjast upp á pláss mestsum hvønn dag. Afturat hesum baka tær kaku og gera kaffi til heimadystirnar hjá besta manslandsliðnum, sum millum annað frásøgufólk, dómarar, vaktarfólk og innkrevjarar fáa ágóðan av. Anna Dam (hondbóltur) og Andrias Sumberg (judo) vóru eisini í uppskoti.

 


Jórun og Jórun: Á 'heimavølli' í Varpinum í Klaksvík fingu Jórun Biskopstø og Jórun Frimannsdóttir Jacobsen heiðurin sum Ítróttaeldsálirnar 2025. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Hósvíkar Róðrarfelag fór avstað við Ítróttafelagsskapinum frammanfyri svimjifelagið Hellufoss úr Kvívík og Havnar Tennisfelag, og Hansina Nesá úr fimleikafelagnum Flog í Fuglafirði fekk heiðurin sum Sólstrálan fyri sítt stóra arbeið. Millum annað hevði hon høvuðsábyrgdina av framførsluni hjá Flog á fimleikafagnaðinum í heyst.

 

Jústines Justinussen fekk heiðursskjalið

Ítróttasamband Føroya letur á hvørjum ári Heiðursskjal Poul E. Petersen, og tann heiðurin fekk Jústines Justinussen fyri sítt ótroyttiliga arbeið í StÍF í ein mansaldur. Hann hevur mestsum búð í ítróttahøllini á Skála í nógv Harrans ár, og er framvegis framvið í høllini hvønn dag.

Hann hevur fylgt børnunum Leivi, Sveini og Rebekku Justinussen frá barnsbeini, og tey hava øll gjørt vart við seg í føroyskum hondbólti eftir aldarskiftið. Nú ræður tað um at taka sær av abbabørnunum, helt hann fyri á pallinum. Hann er framvegis venjari hjá U8-liðunum við dreingjum og gentum hjá StÍF.

Jústines Justinussen hevur spælt við Neistanum, har hann vann sítt einasta FM-heitið, StÍF og eisini á føroyska landsliðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854